Vilja brúka heimafyrimunin ímóti Føroyum

bannari
Vilja brúka heimafyrimunin ímóti Føroyum
Trýst er á sveisisku hondbóltskvinnunum, sum spæla frammanfyri fleiri túsund heimaáskoðarum ímóti Føroyum, men tær ætla at brúka tað til sín fyrimun
Kerstin Kündig viðgongur, at Sveis er undir trýsti undan fyrsta EM-dystinum ímóti Føroyum í dag
 
29.11.2024 - 13:20

Stórt trýst er á lutfalsliga óroynda og rættiliga unga sveisiska hondbóltslandsliðnum, sum tekur ímóti Føroyum í St.Jakobshalle í Basel seinnapartin.

Skal vertstjóðin spæla seg víðari úr bólkaspælinum, er sigur á føroysku debutantunum helst eitt krav. Hinvegin hava tær umleið 6500 viðhaldsfólk í rygginum, og tað ætla tær at brúka til sín fyrimun.

 - Vit eru undir trýsti. Vit kunnu endurtaka, at vit skulu njóta dystin, njóta stuðulin frá viðhaldsfólkunum, men allir spælararnir vita av trýstinum, sigur bakspælarin, Kerstin Kündig. 

 - Men størsta trýstið kemur frá okkum sjálvum, tú vit vilja vinna og vísa, at vit megna tað. 

 

Føroyar eru vandamiklar

Sveisisku vertirnir hava góðar vónir til dystin ímóti Føroyum, men hava ongan hug til at undirmeta føroyska liðið. 

 - Hetta er ein trupul dystur, tí vit eru greiðar yvir, at framgongdin hjá teimum hevur verið stór síðstu árini. Tær taka seg alsamt fram og hava sínar styrkir, sigur Kerstin Kündig, og sterki strikuspælarin úr København Håndbold, Tabea Schmid tekur undir við liðfelaganum.

 - Tær hava fleiri góðar einstaklingar, sum spæla í Danmark, so vit mugu fáa tamarhald á teimum. Tær spæla skjótt, og eru góðar ein ímóti einari, so vit mugu standa væl saman. Um vit trýsta tær allar 60 minuttirnar, haldi eg, at vit eiga at vera við yvirlutan, sigur Tabea Schmid.

 

241128_VENJARI_SVEIS_1
 
Venjarin hjá Sveis, Knut Ove Joa, tosaði við Kringvarpið um byrjanardystin í gjár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954