Røddin á Gretu verður misbrúkt

Røddin á Gretu verður misbrúkt
"Tað kennist sum eitt álop á mín samleika, at onnur taka mína rødd til at lata sum um, at røddin er teirra egna," sigur føroyska tónlistakvinnan Greta Svabo Bech
Greta Svabo Bech
Mynd: Savnsmynd  
 
02.12.2024 - 15:46

Føroyska tónlistakvinnan Greta Svabo Bech gjørdist kend kring heimin, tá hon í 2011 legði rødd til sangin "Rais Your Weapon" hjá heimskenda kanadiska tónleikaframleiðaranum Deadmau5, ið skal úttalast "deadmouse".

Deadmau5 er hesin Joel Zimmerman, sum upptraðkar í einum glógvandi músahjálmi. 

"Rais Your Weapon" gjørdist eitt hitt og bleiv tilnevndur til eina Grammy sum "Best Dance Recording", tó uttan at vinna. 


Mynd: Sterling Munksgard / shutterstock.com

 

Misbrúka røddina

Sangurin er framvegis sera væl umtóktu og er spældu milliónir av ferðum á stroymingtænastum. "Rais Your Weapon" er eisini ein fastur táttur á konsertunum hjá Deadmau5, sum ofta eru at síggja á netinum.

Hóast tað er røddin hjá Gretu Svabo Bech, ið hoyrist á upptøkunum, tá sangurin verður spældur "live", so eru tað aðrar kvinnur, ið lata sum um, at tað eru tær, sum syngja sangin. 

Greta tekur nú blaðið frá munninum á sosialu miðlunum og finst hvassliga at, at hennara rødd verður misbrúkt soleiðis. 

 

Eitt álop á mín samleika

Onkursvegna ákærir Greta Svabo Bech Deadmau5 fyri at hava stolið ella ognartikið rødd sína, hóast hon ikki sigur tað beinleiðis. 

"Eitt er ikki at geva viðurkenning (fyri at røddin verður brúkt). Men nakað annað er, at onkur annar beinleiðis tekur heiður fyri tína rødd og sigur, at hon er teirra egna. Tað er eins og onkur tekur ein part av tínum kroppi og sigur, at hann er teirra. Tað kennist sum eitt álop á mín samleika og mítt lívsgrundarlag sum sangarinna," sigur Greta Svabo Bech í sínari fráboðan á sosialu miðlunum.

 

Í fráboðanini greiðir Greta frá, at hon fær ofta videbrot sendandi, har hon sær onkran annan á pallinum herma afturvið sínari rødd. Sí dømið omanfyri. 

"Eg havi ikki vitað, hvat eg havi skulað sagt. Higartil havi eg bara latið tað farið aftur við borðinum. Men hvat slag av fyrimynd eri eg fyri dóttrina, um eg ikki velja at brúka mína rødd til at verja mína rødd og gera vart við trupulleikan og órættvísið," sigur Greta Svabo Bech. 

 

Deadmau5 viðurkennir ikki Gretu

Nevnivert er tað eisini, at á vanagnum hjá Deadmau5 á YouTube.com, har sangurin er stroymdur 77 milliónir ferðir, stendur ikki eitt orð um, at tað er Greta Svabo Bech, ið syngur sangin. Tað ger tað heldur ikki á Spotify, har sangurin er stroymdur yvir 50 milliónir ferðir.  

Men nú ger Greta Svabo Bech sjálv vart við trupulleika, at hon ikki fær viðurkenning fyri sín leiklut í sanginum.

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by greta svabo (@gretasvabo)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477