Quincy Jones er deyður 91 ára gamal

Quincy Jones er deyður 91 ára gamal
Maðurin, ið stóð fyri framleiðsluni av eitt nú stórseljandi plátunum "Thriller", "Off the Wall" og "Bad" hjá Michael Jackson, er deyður
Mynd: Joel Saget/AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.11.2024 - 09:00

Quincy Jones var kringsettur av familju sínari, tá hann andaðist í heimi sínum í Bel Air í Los Angelsen sunnudagin. 

Amerikanski tónleikarin, plátuframleiðarin, dirigenturin og filmstónasmiðurin, sum er serliga kendur fyri sítt samstarvið Michael Jackson í framleiðsluni av plátuni "Thriller", hevur verið tilnevndur 80 Grammy virðislønir, harav hann fekk 28 Grammy virðislønir.

Quincy Jones og Michael Jackson stóðu eisini aftanfyri stuðulssangin "We Are The World", ið Michael Jackson og Lionel Richie skrivaðu, meðan Quincy Jones stóð fyri framleiðsluni. 

Upptøkurnar av "We Are The World" hava fingið halgistøðu innan altjóða poppmentan, kanska serliga eftir at Netflix-dokumentarfilmurin "The Greatest Night In Pop" kom út fyrr í ár. 

Í filminum gevur Lionel Richie Quincy Jonsen heiður fyri, at sangurin yvirhøvur bleiv innspældur, tí Quincy Jones megnaði at halda skil á øllum hurlivasanum, tá nakrar av størstu poppstjørnunum í heiminum savnaðust í upptøkuhølunum hjá Kenny Rogers, "Lion Share Recording Studio", á Beverly Boulevard í Los Angeles 22. januar 1985. 

Listin yvir tey, ið vóru við, er øgiligur. Umframt Michael Jackson og Lionel Richie sjálvar, so kunnu nevnast Stevie Wonder, Paul Simon, Kenny Rogers, Tina Turner, Billy Joel, Diana Ross, Dionne Warwick, Willie Nelson, Al Jarreau, Bruce Springsteen, Huey Lewis, Cyndi Lauper, Kim Carnes, Bob Dylan og Ray Charles, fyri at nevna nøkur. 

Quincy Jones bleiv heimskendur fyri, at hann setti eitt skeltið upp við inngongdina til upptøkuhølið við hesum boðunum til allar stjørnurnar: "Leave Your Ego At The Door", ið leysliga týtt merkir, at herinni er ikki pláss fyri ego'um.

Í 1991 fekk Quincy Jones eina eina Grammy Legend-virðisløn fyri sítt virki innan tónleikapallin frá tí hann byrjaði í 1950-árunum. 

Umframt at arbeiða saman við Michael Jackson á "Off the Wall" (1979), "Thriller" (1982) og "Bad" (1987), so hevur Quincy Jones eisini samstarvaið við Frank Sinatra, Louie Armstrong, Count Basie, Tony Bennett, Sammy Davis Jr., Ray Chales. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979