Mælir vinstraveinginum til at stovna nýggjan flokk

Mælir vinstraveinginum til at stovna nýggjan flokk
Fyrrverandi formaður í Vinstru-grønu vísir á, at flokkarnir, sum mistu øll síni tingfólk á altingsvalinum, fingu 10 prosent av atkvøðunum tilsamans
Steingrímur J. Sigfússon er fyrrverandi formaður í Vinstra-grøna flokkinum í Íslandi.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
02.12.2024 - 15:52

Steingrímur J. Sigfússon, fyrrverandi formaður í Vinstra-grøna flokkinum í Íslandi, mælir flokkunum á vinstraveingi, sum ikki rukku upp um tinggáttina hesa ferð, at umhugsa møguleikan saman at stovna nýggjan flokk. Hann heldur, at slíkur vinstraflokkur hevði fingið seks ella sjey sessir í altinginum, skrivar íslendska kringvarpið.

Steingrímur J. Sigfússon vísir á, at flokkarnir á vinstraveingi, sum mistu øll síni tingfólk á valinum leygardagin, fingu 10 prosent av atkvøðunum tilsamans. Tinggáttin í Íslandi er fimm prosent.

Samfylkingin er einasti flokkur vinstrumegin miðjuna, sum nú situr í altinginum. Hann gjørdist størsti flokkur á altingsvalinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158