Kanada ætlar at lata konsulát upp í Nuuk og Alaska

Kanada ætlar at lata konsulát upp í Nuuk og Alaska
Hetta er liður í nýggja arktiska uttanríkispolitikkinum hjá Kanada, sum bleiv kunngjørdur fríggjadagin
Kanadiska stjórnin sigur, at nýggi uttanríkispolitikkurin er neyðugur, nú Kina og Russland gera støðugt meira um seg í Arktis. 
 
10.12.2024 - 15:11

Kanada ætlar at lata upp konsulát í Nuuk í vár.

Kanada ætlar eisini at lata upp konsulát í Anchorage í Alaska.

Hetta er liður í nýggja arktiska uttanríkispolitikkinum hjá Kanada, sum bleiv kunngjørdur fríggjadagin. 

Kanadiska stjórnin ætlar at brúka 175 mió. kr. til konsulátini.

Kanadiska stjórnin sigur, at nýggi uttanríkispolitikkurin er neyðugur, nú Kina og Russland gera støðugt meira um seg í Arktis. 

Men kravið hjá Trump um betri verju og størri játtan til verju ger eisini sítt, serliga tí Kanada er í Nato.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558