Klárt at byggja pantihøll

Klárt at byggja pantihøll
IRF og fyritøkan MTV Byggivirki á Tvøroyri skrivaðu í gjár undir sáttmála um at byggja panthøll í Sandavági
IRF skal skilja pantið í Sandavági í hesari høllini, ið skal byggjast
Mynd: IRF  
 
20.12.2024 - 09:47

IRF og fyritøkan MTV Byggivirki á Tvøroyri skrivaðu í gjár undir sáttmála um at byggja panthøll í Sandavági, og fyritøkan kann í roynd og veru byrja arbeiðið beinanvegin.

Panthøllin skal standa klár 30. mars 2026, tá ið nýggja pantskipanin eftir ætlan verður sett í verk.  


Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, og Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, skrivaðu undir sáttmálan (Mynd: IRF.fo)

 

-  Upprunametingin fyri panthøllina var um 38 milliónir krónur, men nú, ið nakrar tillagingar eru gjørdar, kostar høllin góðar 29 milliónir krónur, sigur Sigurð Lamhauge, stjóri í IRF.

Bygningurin verður góðar 1.000 fermetrar, og skal millum annað hava pláss fyri skiljimaskinum, goymslu, móttøku og fyrisiting.

 

1715635

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303