Carter deyður

Carter deyður
Hann gjørdist 100 ára gamal
Carter er deyður.
 
30.12.2024 - 09:01

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, er deyður. Hann gjørdist 100 ára gamal.

James Earl Carter Jr. var føddur 1. oktober í 1924 í Plains í Georgia, har hann eisini andaðist í gjár.

Carter var 39. forsetin í USA - hann sat fyri demokratarnar frá 1977 til 1981.

Jimmy Carter var útbúgvin í amerikonsku sjóverjuni og eftir hertænastuna tók hann yvir familjugarðin í Georgia, áðrenn hann fór uppí politikk.

Eftirmælið hjá Carter var millum annað merkt av fíggjarligu kreppuni í USA og av gíslatøkuni av 53 amerikonskum borgarum í Iran í november í 1979.

Carter gjørdi eina hernaðarliga roynd at bjarga gíslunum, men hon miseydnaðist, og átta amerikanskir hermenn doyðu umframt ein sivilur irani. 

Gíslakreppan, sum vardi frá november 1979 til januar í 1981, var hildin vera ein orsøk til at Carter tapti stórt móti repulikanaranum Ronald Reagan.

Carter fekk seinni uppreisn og var viðurkendur fyri sítt stóra arbeiði fyri frið og mannarættindi. 

Hann fekk Nobel frðarheiðurslønina í 2002. 

Jimmy Carter skal hava eina statsliga jarðarferð í Washington.  Tí hevur Joe Biden, forseti, boðað frá.

Jarðarferðin verður 9. januar. Dagurin verður nationalur sorgardagur í USA og flaggast skal í hálvari stong í 30 dagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444