Børn, sum bera brek, sama rætt sum onnur til skúlagongd

Børn, sum bera brek, sama rætt sum onnur til skúlagongd
Børn, sum bera brek, eiga at sleppa í skúla samstundis sum onnur børn, sigur Løgtingsins umboðsmaður
Undirvíngarstýrið ger ov seint av, heldur Løgtingsins umboðsmaður.
 
01.01.2025 - 10:25


Børn, sum bera brek, eiga at sleppa í skúla samstundis sum onnur børn. 

Tað eigur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið at fáa í lag sum skjótast.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum var á trimum stovnum, sum veita umlætting til børn, sum ikki eru undir barnavernd.

Í sambandi við eina eftirlitsvitjan greiddi stovnsleiðslan frá, at tvey børn í skúlaaldri sluppu ikki í skúla, tí skúlatilboðið var ikki klárt.

Undirvísingarstýrið ásannaði, at tilgongdin átti at gingið skjótari, og at ov long tíð var fráliðin við ov fáum avgerðum. 

Kundi verið skjótari

Undirvísingarstýrið metti, at mál um skúlagongd hjá børnum, sum bera brek, kundi verið avgreidd skjótari, um Undirvísingarstýrið var virkið í visiteringini.

Tað skuldi hava savnandi fyrisitingarliga uppgávu millum fleiri partar, har felags loysnir vóru neyðugar. 

Men tað kann Undirvísingarstýrið ikki, tí ein kunngerð forðar fyri tí.

Løgtingsins umboðsmaður vísir eisini á, at bæði sambært barnarættindasáttmálanum og breksáttmálanum eiga børn, sum bera brek, at fáa tilboð um skúlagongd.

Umboðsmaðurin heldur tað ikki vera í lagi, at avvarðandi myndugleikar ikki bóru skjótari at við at gera eitt nøktandi skúlatilboð til børnini, so tey kundu byrja sína skúlagongd um somu tíð sum onnur javnaldrandi børn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860