Samuel Johansen Chukwudi seldur til finska felagið SJK Seinäjoki

Samuel Johansen Chukwudi seldur til finska felagið SJK Seinäjoki
HB- og landsliðsmiðverjin Samuel Johansen Chukwudi skal s pæla í bestu finsku deildini við felagnum SJK Seinäjoki
Mynd: HB á Facebook / RSmediasport  
 
06.01.2025 - 12:33

HB boðar í dag frá, at felagið hevur selt landsliðsmiðverjan Samuel Johansen Chukwudi til finska felagið SJK Seinäjoki, sum spælir í bestu finsku deildini.

Sambært HB, so er Samuel Johansen Chukwudi er farin til Finnlands, og at sáttmálin er undirskrivaður.

Fíggjarligu viðurskiftini verða ikki almannakunngjørd, staðfestir HB. 

HB ynskir Samuel Johansen Chukwudi alt tað besta í framtíðini, og felagið er eisini errið av, at tað enn einaferð hevur fostrað ein spælara, sum kann fara út í heimin at spæla yrkisfótbólt.

 

Herfyri seldi HB blaðunga stórtalentið, áleyparan Dávid Reynheim, til italska felagið Torino, og landsliðsmiðvallaran, Hanus Sørensen,  til slovenska felagið NK Celje. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025