Trupult at sløkkja eldarnar

Trupult at sløkkja eldarnar
Stór umráði standa enn í ljósum loga í Los Angeles, har seks stórir eldar gera um seg
Henda myndin er tikin í Pallisades við Mandeville Canyon, Los Angeles
Mynd: Shannon Stapleton/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.01.2025 - 11:38

Tað heldur á at brenna í Los Angeles, og aftur nú er nógvur vindur, sum ger, at trupult er at sløkkja, og eldurin breiðir seg skjótari.

Í løtuni eru seks ymiskir stórir eldar í økinum.

Sambært Washington Post hava 16 fólk latið lív, 12 túsund bygningar eru oyðilagdir ella hava fingið skaða, og 13 fólk eru saknaði.

Ein trupulleiki, sum myndugleikarnir í økinum hava fingið oman á tað heila, er, at brotsmenn eru farnir at lata seg í sum sløkkiliðsfólk og stjala innan úr brendu húsunum. Higartil hevur løgreglan handtikið 22 fólk fyri slíkan stuldur.

Tað var týsdagin, at tað byrjaði at brenna í Los Angeles.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045