- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 milliardir at styrkja donsku verjuna í Arktis og Norðuratlantshavi
Eftir drúgvar samráðingar er semja gjørd um at styrkja donsku verjuna í Arktis og í Norðuratlantshavi.
Tað upplýsti Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, á tíðindafundi í verjumálaráðnum í gjárkvøldið.
Í avtaluni verða slakar 15 milliardir krónur settar av til at styrkja verjuna, sigur hann.
Nýggju verjuskipini fara at avloysa tey skipini í Thetis-klassanum, sum eru gomul og slitin.
Millum annað skulu trý nýggj verjuskip byggjast, og tvær langberandi dronur til eftirlit skulu keypast aftrat, stendur í fráboðanini.
Nýggju skipini koma sum frá líður fyri tey fýra eftirlits- og verjuskipini hjá Danmark í Thetis-klassanum, sum øll eru gomul og slitin.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur ikki verið beinleiðis verið í samráðingunum millum flokkarnar á Fólkatingi, men hevur samskift við donsku stjórnina um tey viðurskifti, ið hava týdning fyri Føroyar.
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fylgiskjal um Føroyar
Flestu viðurskifti í semjuni hava samband við ætlaninar um raðfestingar í Grønlandi, men ávís viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru eisini við.
Harumframt er eitt fylgiskjal um samstarv millum Føroyar og Danmark á verjuøkinum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið, og har stendur millum annað, at:
* Semja er millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at Føroyar skulu taka beinleiðis lut í viðkomandi verjupolitiskum átøkum, bæði á politiskt-strategiskum stigi og á operativum stigi, t.d. á viðkomandi fundum og venjingum í NATO-høpi.
* Danmark setur av tilsamans 50 mió. kr. næstu átta árini til møguligar íløgur í felags ætlanir, ið tæna hernaðarligum og sivilum endamáli. Hvørjar ætlanir, verður avrátt nærri, - undir hesum eisini um fíggingarleist, t.d. felags íløgur og rakstur.
* Størri samstarv verður millum viðkomandi danskar og føroyskar myndugleikar um verjumál, t.d. á fregnarøkinum, innan gransking, tilbúgving, eftirlit, fylgissveinaeftirlit.
* Dentur verður lagdur á, at føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at útinna uppgávur í sambandi við íverksetan av semjuni.
* Nevnt er, at Føroyar, Grønland, Danmark og møguliga skulu kanna møguleikarnar fyri at leggja nýggjan samskiftiskaðal.
* Dentur verður lagdur á týdninginum av samstarvi við Vørn í sambandi við virksemi hjá donsku sjóverjuni í føroyskum sjógvi.