USA letur kortini menningarhjálp

USA letur kortini menningarhjálp
Marco Rubio, uttanríkisráðharri, hevur avgjørt at gera undantøk, tá ið talan er um lívbjargandi humanitera hjálp
Marco Rubio er nýggjur amerikanskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.01.2025 - 09:35

USA fer kortini at lata heilivág, læknahjálp og matvørur sum menningarhjálp.

Amerikanska uttanríkisráðið gavst herfyri við at lata menningarhjálp í 90 dagar, men nú hevur Marco Rubio, uttanríkisráðharri, avgjørt at gera undantøk, tá ið talan er um lívbjargandi humanitera hjálp.

Tað skrivar Reuters.

Neyðhjálp av mati og hernaðarlig fígging til Ísrael og Ukraina var tó ikki avmarkað.

Sambært einum skrivi úr uttanríkisráðnum er talan um heilivág, læknahjálp, matvørur, býli og annað, ið er neyðugt fyr at lata lívbjargandi menningarhjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221