Grønlendingar vilja heldur hava Danmark enn USA

Grønlendingar vilja heldur hava Danmark enn USA
85 prosent av teimum spurdu svara, at tey vilja ikki, at Grønland fer úr ríkisfelagsskapinum, og verður partur av USA í staðin
Bara seks prosent halda, at Grønland eigur at verða partur av USA. Níggju prosent siga seg ikki vita.
Mynd: Sermitsiaq  
 
30.01.2025 - 08:44

Grønlendingar vilja heldur hava Danmark enn USA.

Í einari kanning, sum Verian hevur gjørt fyri Berlingske og Sermitsiaq, siga 85 prosent, at tey vilja ikki, at Grønland fer úr ríkisfelagsskapinum, og verður partur av USA í staðin.

Seks prosent halda, at Grønland eigur at verða partur av USA. Níggju prosent siga seg ikki vita.

Kanningin var gjørd frá 22. til 26. januar.

 

497 fólk svaraðu

497 fólk, sum er 18 ár ella eldri, svaraðu.

Hagfrøðiliga óvissan í kanningini er 3,1 prosentstig, skrivar Berlingske.

Sløk helvtin heldur, at áhugin hjá Donaldi Trump fyri Grønlandi er ein møguleiki hjá Grønlandi. Hin helvtin heldur, at hann er ein hóttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114