- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maskinmeistarafelagið krevur milliónir frá SEV

Maskinmeistarafelagið hevur handað SEV eitt milliónakrav, tí felagið er sannført um, at SEV ikki hevur umsitið vaktarskipanirnar hjá SEV á Sundi, í Vági og í kontrollrúminum við Landavegin í samsvari við ásetingarnar í sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Felagið hevur fingið innlit í lønarseðlarnar hjá maskinmeistarunum hjá SEV fyri tey seinastu fimm árini, og við støði í teimum heldur fakfelagið seg við vissu kunna staðfesta, at elfelagið hevur ikki hildið seg til ásetingarnar í sáttmálanum.
Sambært formanninum í Maskinmeistarafelagnum hevur SEV altíð brúkt hesa mannagongina, og tí er hann sannførdur um, at talan í veruleikanum átti at verið um eitt nógv størri krav. Men fyrningarfreistin í slíkum førum er fimm ár og tí hevur Maskinmeistarafelagið hildið seg til ta freistina.
Limirnir hjá Maskinmeistarafelagnum arbeiða eftir sáttmálanum, sum felagið hevur við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, og sambært formanninum er hetta sami sáttmáli, sum maskinmeistararnir hjá IRF eisini brúka, og har eru eingir trupulleikar við lønunum, sigur hann.
Sambært Arnfinni Bech hava lønarviðurskiftini hjá SEV ta avleiðing, at elfelagið ikki fær maskinmeistarar í starv.
- Teir eru áhugaðir, men teir missa hugin, tá teir hoyra, hvussu nógv teir fáa í løn, sigur formaðurin, sum til samanbergingar vísir á, at bussførararnir í høvuðsstaðnum fáa meira í løn enn maskinmeistararnir, hóast maskinmeistararnir arbeiða meira - og hava eina fakliga útbúgving.
Provokasjón sum svar
Arnfinn Bech er ikki nøgdur við, at felagið ikki hevur fingið svar frá SEV enn.
Einasta reaktiónin, sum felagið sambært formanninum hevur fingið, er ein starvslýsing, har SEV lýsir eftir starvsfólki til kontrollrúmið við Landavegin, og sambært lýsingini kann starvið setast eftir annaðhvørt sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið ella Starvsfelagið øðrumegin og KAF hinumegin.
Hetta góðtekur Maskinmeistarafelagið ikki, tí tað hevur altíð verið vanligt, at Maskinmeistarafelagið "eigur" hesi størvini.
- Tað eru maskinmeistarar, sum starvast í kontrollrúminum, og vit vita við vissu, at tað er ein ella fleiri maskinmeistarar, tey tørva. Kortini skriva tey í lýsingini, at starvið kann mannast eftir øðrum sáttmála enn okkara. Tað er óhoyrt, og sjálvandi kunnu vit ikki bara góðtaka tað uttan mótstøðu, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum í skrivinum, sum felagið kallar "Krígsavbjóðing frá SEV".
Hann lesur starvslýsingina hjá SEV sum eina provokasjón, tí vaktarskipanirnar vóru sentralar í sáttmálasamráðingunum, har felagið kravdi at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur í sáttmálan, og tað eydnaðist.
Søkja bara eftir fólki
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, er skjótur at vísa frá sær, at SEV hevur umsitið sáttmálan skeivt við vilja, og hann slær fast, at hevur SEV gjørt nakað skeivt, so skal tað rættast.
Stjórin í SEV vísir tó á, at hetta málið eisini kann vera ein spurningur um tulking, og er tað har mann er, so skal málið loysast sum slíkar trætur skulu loysast.
Hákun Djurhuus slær tó fast, at starvslýsingin hjá SEV ikki upp á nakran hátt skal takast sum ein provokasjón ella nakað sum líkist tí.
- Uppgávan hjá okkum er at finna fólk til tær uppgávur sum vit hava, og tað er ikki annað enn tað, sigur Hákun Djurhuus.
Trýst her fyri at hoyra innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 14 í dag.
Trýst her fyri at hoyra innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18 í dag.