- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF26: Gospel og barnasangir settu dám á fyrstu konsertina fríggjakvøldiðið

Heine Lützen, sum flest kenna sum gospel tónleikara, hevði fríggjakvøldið fyrstu konsertina á Summarfestivalinum henda dagin. Sum limur í Samsint var hann við til at flyta mørkini fyri kristnum tónleiki í Føroyum. Tá bólkurin gav út fløguna Samsint í 1989, varð hon roknað sum fyrsta veruliga gospel-rokkfløgan í Føroyum og var við til at leggja lunnar undir fleiri kristnar tónleikabólkar, sum komu aftaná.
Einsamallur á pallinum
Hóast Heine áður hevur staðið á stóra pallinum á Vágsbøi saman við bólki, var hetta fyrstu ferð, at hann framførdi einsamallur á Summarfestivalinum. Við trúfasta kassagittaranum, "Brúna Martin", spældi hann sangir úr øllum fimm útgávum sínum. Konsertin var meira lágmælt enn tær, hann plagar at spæla við bólki. Stóru guitar-soloirnar og fyldugu kórini vóru skift út við Heina og ein kassaguittara. Kortini manglaði konsertin ikki innihald. Tvørturímóti gjørdi einfalda uppsetingin, at sangirnir og boðskapurin komu enn nærri áskoðarunum.
Felagssangur bar konsertina
Kenda gospelhittið Vit vóru orsøk, sum seinast var útgivið á jólafløguni Frelsarin føddur er í 2020, hevur áður verið framført við elguittara og stórum kóri. Á Torginum vóru tað í staðin kassagittarin og áskoðararnir, sum fyltu ljóðmyndina.
Og soleiðis var við fleiri sangum. Heine fekk ferð eftir ferð fjøldina at syngja við, og tað gav konsertini eina kenslu av nærveru og samanhaldi.
Móti endanum skifti Heine yvir til kendar føroyskar kristnar barnasangir, millum annað Eg eri ein K, Jesus er besti vinur barnanna og Pætur út á vatnið gekk. Tá vóru tað ikki bara børnini, men eisini tey vaksnu, sum sungu við.
"Summar" aftur eftir 20 ár
Seinasta árið hevur tónleikasendingin Hoydalar givið eldri føroyskum sangum nýtt lív við nýggjum útgávum. Ein teirra er Summar, sum M.C. Restorff skrivaði, og sum Bjarki so frálíkt endurtýddi. Heine Lützen hevur ikki framført sangin í umleið 20 ár, men fríggjakvøldið tók hann sangin fram aftur á Torginum, og fjøldin sang við.
Við kassagittara og aukusstiskum gospel-tonum megnaði Heine at skapa eina hugnaliga og andaliga byrjan upp á tónleikaskránna fríggjakvøldið.


























