Aðalráð vildi burturvísa landsapotekaran

Aðalráð vildi burturvísa landsapotekaran
Alment innlit í málið vísir, at Hjalti Gunnarstein kundi rokna við at vera burturvístur úr starvi sínum, tá hann brádliga í februar sjálvur segði upp. Hann er nú skuldsettur
Hjalti Gunnarstein, nú fyrrverandi landsapotekari, valdi sjálvur at siga seg úr starvi, tá aðalráðið boðaði frá ætlanarskrivi um burturvísing úr starvinum.
 
07.08.2026 - 19:34

Hin 11. februar er fundur millum Hjalta Gunnarstein og Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í táverandi Almanna- og heilsumálaráðnum. 

Vit fáa ikki innlit í, hvat bleiv sagt á fundinum, men eftir fundin fær landspotekarin at vita, at málið kann enda við burturvísing. Landsapotekarin skal ikki møta til arbeiðis, meðan málið verður kannað, og hann skal lata aðalráðnum eina frágreiðing fimm dagar seinni. 

Mánadagin 16. februar verður málið gingið ígjøgnum á nýggjum fundi. Aðalráðið heldur fast við, at landsapotekarin skal fáa ætlanarskriv um burturvísing. 

Dagin eftir sigur Hjalti Gunnarstein seg úr starvi sum landsapotekari. At síggja til ein avgerð, sum aðalráðið roknar við. Tí bara hálvan annan tíma seinni váttar ráðið fyri móttøku av uppsøgnini, biður hann lata øll arbeiðsamboð inn beinanvegin og kunnar hann um, at hann fær løn restina av mánaðinum, og einki meira. 

Lok lagt á málið

Tað hevur verið sera trupult at fáa innlit í, hvat hendi, tá ein av hægstu embætisfólkum í landinum knappliga - og uttan grundgeving - segði seg úr starvi. Eingin vildi siga nakað. Og innlit fekst ikki í málið, fyrr enn Umboðsmaðurin í tveimum umførum gav aðalráðnum boð um at viðgera innlitsumbøn frá Kringvarpinum av nýggjum. 

Les eisini: Landsapotekarin sagt seg úr starvi

Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri, hevur í dag ongar viðmerkingar til, hví hon í februar metti málið standa til burturvísing. Aðalráðið hevur ikki meldað málið til løgregluna. Sambært Bjørgfríð Ludvig endaði málið fyri aðalráðið, tá starvssetanin hjá Hjalta Gunnarstein helt uppat, við at hann sjálvur segði upp, 17. februar . 

Málið latið løgregluni 

Tað var upprunaliga landslæknin, sum í samband við eitt eftirlit bað Styrelsen for Patientsikkerhed meta um málið. Tað váttar Lars Fodgaard Møller. Styrelsen helt málið vera somikið álvarsamt, at tey meldaðu tað til løgregluna. Lars Fodgaard Møller vil ikki útgreina málið nærri. 

Hjalti Gunnarstein er í løtuni skuldsettur. Tað váttar Michael Boolsen, fúti, sum tó ikki vil nágreina skuldsetingina, tí talan er um eitt revsimál undir viðgerð. Málið er næstan liðugt fyrireikað, og fyrsta dagin verður støða tikin til, um ákæra skal reisast móti nú fyrrverandi landsapotekaranum, upplýsir Michael Boolsen.  

Sambært Ingun Hansen, virkandi landsapotekara, hevur apoteksverkið styrkt innanhýsis mannagongdirnar fyri at tryggja, at stovnurin livir upp til lógir og kunngerðir. Hon hevur annars ongar viðmerkingar. 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Hjalta Gunnarstein. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558