- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu finna Føroya besta vørumerki 2024

Tann 28. februar fáa vit at vita, hvørji føroysk vørumerkir eru tey bestu.
Tað hendir, tá Brandr Føroyar skipar fyri tiltakinum Føroya besta vørumerki 2024 í nýggju stórhøllini við Tjarnir.
Tiltakið er skipað sum softaprát og fyrilestrar og ymiskt annað, og ein av teimum, sum skal halda fyrilestur er Fridrik Larsen, stovnari av Brandr Global, sum sjálvur hevur granskað í hvønn týdning branding hevur.
Eisini skal Rakul Svabo Róadóttir hava ein fyrilsetur, sum hevur fingið heitið Starvsfólkabranding: Lykilin til bestu førleikarnar.
Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri hesum tiltakinum at finna bestu vørumerkir í Føroyum, og tiltakið er skipað soleiðis, at ein dómsnevndir, sum telur 35 fólk, hevur valt tær 15 fyritøkurnar út, sum eru eftir. Upprunaliga var talið um 650, og nú er uppgávan so hjá dómsnevndini at finna fram til tey allarbestu vørumerkini.
Tað er Allan Dalsgarð, sum saman við íslendingum hevur sett gongd á Brandr Føroyar, sum skipar fyri tiltakinum Føroya besta vørumerki 2024, og sambært honum er talan um eitt neyðugt átak, sum enntá sæst aftur á botnlinjuni.
Hann hevur funnið fram til dómsnevndina, sum at byrja við var enn størri, men fólk eru fallin frá, tí teirra egna fyritøka endaði í finaluni.
Og finalan er altso skipað soleiðis, at tað skulu kjósast vinnarar í trimum bólkum. Fyritøkur við 24 starvsfólkum ella færri, fyritøkur við 25 ella fleiri starvsfólkum og tær stóru fyritøkurnar, sum umframt at selja til endabrúkarar, eisini selja til aðrar fyritøkur.
Fyritøkurnar, sum eru í finaluni í teimum trimum bólkunum eru:
Einstaklingamarknaður, 24 ella færri starvsfólk: Fjord by Suffía Nón, Faer Isles Distillery, OY, Breyðvirkið og Guðrun & Guðrun.
Einstaklingamarknaður, 25 ella fleiri starvsfólk: Krás, Smyril Line, Nema, Føroya Tele og Atlantic Airways.
Fyritøkumarknaður: Mest, Articon, Bakkafrost, Framskák og Gro Aqua.
Trýst her fyri at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindunum í kvøld: