Svenskir miðlar: Fleiri deyð og 15 løstað

Svenskir miðlar: Fleiri deyð og 15 løstað
Svenska kringvarpið veit at siga, at fleiri fólk eru deyð og okkurt um 15 eru løstað í sambandi við skúlaskjótingina í vaksnamannaskúlanum Campus Risbergska í Örebro
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
04.02.2025 - 15:27

Fleiri deyð og okkurt um 15 løstað. 

Tað er nýggjasta dagføringin á heimasíðuni hjá svenska kringvarpinum, SVT, um skúlaskjótingina í vaksnamannaskúlanum Campus Risbergska í Örebro. 

Løgreglan vil tó ikki vátta tíðindini. 

 

Aftonbladet skrivar somuleiðis, at fleiri eru dripin. 

Sambært Aftonbladet er talan um ein 35 ára gamlan mann, ið er undir illgrunan at hava framt skúlaskjótingina. 

Tað var klokkan 11.33 føroyska tíð, at løgreglan fekk fráboðanum um, at skot vóru loyst av á Campus Risbergska skúlanum, ið er ein kommunalur skúli fyri vaksin. 

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, staðfestir, at talan er um ein sera sváran dag. 

- Tað er við sorg, at eg havi fingið at vita um ræðuligu hendingarnar í Örebro. Mínir tankar eru hjá teimum, ið eru rakt av hesum, og teirra avvarndi, skrivar Ulf Kristersson í einari viðmerking. 

- Hetta er ein pínufullur dagur fyri alt Svøríki. 

Ulf Kristersson skrivar eisini, at svenska stjórnin er í tøttum samskiftið við løgregluna og fylgir útviklingini tætt. Í sama viðfangi, so heitir svenski forsætisráðharrin um, at almenningurin gevur svensku løgregluni arbeiðsfrið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817