Fyrrverandi forseti fingið fótleinkju

Fyrrverandi forseti fingið fótleinkju
Fyrrverandi franski forsetin Nicolas Sarkozy skal ganga við fótleinkju eftir at hann er dømdur fyri ólógliga fígging í sambandi við valstríð og fyri mutur
Einaræðisharrin í Libya, Muammar Gadaffi, og fyrrv. franski forsetin, Nicolas Sarkozy
 
08.02.2025 - 10:45

Sarkozy fekk elektronisku fótleinkjuna í gjár, sigur ein kelda við AFP-tíðindastovuna.

Hetta er fyrstu ferð, at ein franskur forseti hevur fingið fótleinkju.

Sarkozy er dømdur trý ára fongsul, - tvey ár eru treytað fyri at royna at mutra ein dómara og fyri at hava bjóðað ávirkan í býti við loyniligar upplýsingar um kanningí um fíggjarviðurskifti í valstríðnum hjá Sarkozy í 2007, skrivar AFP.

Sarkozy var forseti árini 2007 til 2012. Hann var m.a. ákærdur fyri at hava tikið ímóti fleiri milliónum evrum frá Muammar Gaddafi, fyrrverandi einaræðisharranum í Libia, í sambandi við valstríðið í 2007, umframt at svika við pengum í samband við valstríðið í 2012, tá hann ikki varð afturvaldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065