Marco Rubio: Evropa verður eisini við í friðartingingum

Marco Rubio: Evropa verður eisini við í friðartingingum
Amerikanski uttanríkisráðharrin sigur nú tað øvuta av tí, sum hevur verið frammi, um at Evropa skal útihýsast frá friðarsamráðingunum um Ukraina
Marco Rubio er amerikanskur uttanríkisráðharri.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.02.2025 - 08:24

Eitt gott samdøgur eftir at serliga sendifólkið hjá USA í Ukraina, Keith Kellogg, segði, at Evropa ikki verður við í friðarsamráðingum um Ukraina, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tað øvuta.

- Eru veruligar samráðingar - og so langt eru vit ikki komin enn, men tað fara vit - so verður Ukraina við, tí innrás var gjørd har. Og Evropa skal eisini við, tí tey hava eisini tiltøk móti Putin og Russlandi, segði Rubio í samrøðu í sendingini Face the Nation á CBS News í gjár.

Tað hevur elvt til miklan ruðuleika, og lutvíst eisini kreppustøðu, í Evropa og Ukraina seinastu dagarnar í sambandi við fleiri ymiskar ábendingar frá nýggju umsitingini í USA. 

 

Trump og Putin tosaðu í telefon

Mikudagin kunngjørdi Donald Trump, forseti, at hann og russiski forsetin, Vladimir Putin, skulu samráðast um frið í Ukraina, eftir at teir høvdu tosað saman í telefond í síðstu viku.

- Trump forseti tosaði við Vladimir Putin í síðstu viku, og í tí samrøðuni vísti Putin áhuga fyri friði. Forsetin nevndi sítt ynski um at enda ósemjuna á ein hátt, sum er varandi og verjir ukrainskt sjálvræði, sigur Rubio sambært Reuters.

Leygarkvøldið gjørdi serligi amerikanski sendiharrin í Ukraina, Keith Kellogg, eisini greitt, at Evropa er útihýst frá samráðingunum. Og tað er í andsøg við tað, sum Rubio sigur nú.

Amerikanski sendiharrin í Miðeystri, Steve Witkoff, og trygdarráðgevin, Mike Waltz, fóru í gjárkvøldið til Saudiarabia at hava fyrireikandi fund við Russland. 

Rubio fer eisini til Saudiarabia.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096