Hava ikki avtalað nýggjan fund

Hava ikki avtalað nýggjan fund
Heilsuhjálparafelagið og KAF gjøgnumgingu í dag uppskotið til semju, sum Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
 
28.02.2025 - 15:00

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, høvdu fund fyrrapartin, har partarnir gjøgnumgingu uppskotið til semju, sum Heilsuhjálparafelagið hevur gjørt.

Partarnir hava ikki avtalað nýggjan fund, men avtalað er samskifta í telefon mikudagin, upplýsir Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. 

Hon vil einki siga um, hvat stendur í uppskotinum frá Heilsuhjálparafelahnum. 

Felagið fór frá samráðingunum við Kommunala arbeiðsgevarafelagið 13. februar, tí felagið kundi ikki góðtaka krøvini í uppskotinum hjá arbeiðsgevarunum.

Tann samráðingarfundurin vardi bara í 20 minuttir.

Feløgini høvdu frammanundan samráðst í fýra mánaðir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952