Brumman var ov lítil

Brumman var ov lítil
Fimm fólk hava sovið í politistøðini í nátt
 
01.03.2025 - 09:48

Lítið av fólki var í býnum í nátt, men kortini hevði politiið so nógv at gera, at brumman í nýggju politistøðini, sum rúmar fýra fólkum, bleiv ov lítil. 

Fimm ferðir vóru boð eftir politinum har avgjørt var at handtaka fólk og taka tey við á støðina. Felags fyri øll málini var, at fólk vóru ávirkað av rúsdrekka. 

Fyrstu ferð boð vóru eftir politinum var klokkan hálvgum tvey í nátt, tá boð komu úr einum dansistaði í høvuðsstaðnum um ein persón, sum var harðligur. 

Maðurin bleiv handtikin fyri harðligan atburð og ikki vilja upplýsa navn fyri politinum. Hann verður skuldsettur fyri brot á skildhaldsreglurnar.

Um tvey tíðina varð aftur neyðugt at handtaka eitt fólk í samband við húsaófrið. Tá hevði politiið longu verið á staðnum tvær ferðir áður um náttina fyri at fáa frið í lag. Tá tað ikki eydnaðist, bleiv ein maður handtikin. 

Ein lítla løtu seinni var aftur boð eftir politinum. Hesa ferð í einum dansistaði í Havn, har ein maður bleiv handtikin fyri harðligan atburð. Hann verður skuldsettur fyri brot á skildhaldsreglurnar.

Um fýra tíðina vóru aftur boð um ófrið í býnum. Tá politiið royndi at fáa frið í lag, legðist ein persónur á ein politist. Viðkomandi bleiv handtikin og skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni.

Um sama mundi bleiv ein maður handtikin fyri ósømiligan atburð uttanfyri eitt dansistað í høvuðsstaðnum. Viðkomandi verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Pláss er bara fyri fýra fólkum í brummuni, so neyðugt var at lata ein av teimum handtiknum heim fyri at fáa pláss fyri tí síðsta. 

Í morgun er bara tann, sum er skuldsettur fyri harðskap móti einum tænastumanni, eftir í brummuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985