Búskaparráðið: Fíggjarlógin hevur hall, hóast einki arbeiðsloysi er

Búskaparráðið: Fíggjarlógin hevur hall, hóast einki arbeiðsloysi er
Mælt verður til at skipa fíggjarligt regluverk og at seta rationaliseringstiltøk í verk á stóru vælferðarøkjunum
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, leggur í løtuni fram várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.03.2025 - 14:00

Tað eigur ikki at koma fyri í einum samfelagi, sum ikki hevur nevnivert arbeiðsloysi, at fíggjarlógin hevur hall.

Tað sigur Búskaparráðið í várfrágreiðing síni, sum í løtuni verður løgd fram í Smæruni í Havn.

Les frágreiðingina her.

Hallið á fíggjarlógini í ár verður mett til 300 milliónir kr., og næsta ár verður hallið 265 milliónir.

Hetta svarar til eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

 

Hall fíggjast við láni

Hallið má fíggjast við lántøku. Renutútreiðslurnar hækka, og tað hevur við sær, at ein stórur partur av skattainntøkunum fer til at gjalda rentur.

Búskaparráðið vísir á, at av tí at fleiri gerast eldri, fara útreiðslurnar at renna undan inntøkunum, um bygnaðarligar broytingar ikki verða gjørdar.

Umleið 20 prosent av teimum, sum eru 80 ár og eldri, búgva røktar- og ellisheimum. Og verður hetta luftfallið frameftir, verður tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 aftrat næstu 20 árini. 

Neyðugt er at skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, so tað í longdini verður samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna. Annars veksur skuldin uttan íhald, og vælferðin fer at versna.

Búskaparráðið mælir til at skipa fíggjarligt regluverk, soleiðis at politiska skipanin stýrir eftir greiðum fíggjarpolitiskum málum næstu fimm til 10 árini. 

 

 

Endurskoða kommunubygnaðin

Búskaparráðið mælir eisini til at endurskoða kommunubygnaðin, ella skipanina millum land og kommunur, tí allar kommunur fara ikki at megna trýstið á vælferðartænasturnar.

Landsstýrið eigur at seta nevnd at koma við við nágreiniligum rationaliseringsætlanum á stóru vælferðarøkjunum - almannaverkinum, heilsuverkinum og skúlaverkinum.

Eindarkostnaðurin má lækkast, tí annars fara útreiðslurnar at hækka uttan íhald. Tørvur er á umfatandi nýskipanum á øllum vælferðarøkjum, sigur Búskaparráðið.

 

Minni verður bygt

Meðan byggivinnan boðar frá færri bíleggingum næsta árið, eru bæði handilsvinnan og tænastuvinnan bjartskygdari og vænta størri eftirspurning.

Kvoturnar í fiskivinnuni minka, men framleiðslan í alivinnuni veksur í ár og næsta ár. 

Færri starvast í privatu vinnuni, og líkt er til, at tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi er hæsað av. 

 

 

BTÚ veksur

Búskaparráðið væntar, at bruttotjóðarúrtøkan veksur fimm prosent í ár og 5,7 prosent næsta ár.

Í fjør var vøksturin í BTÚ trý prosent. Hetta er minni enn tey bæði árini frammanundan, tá inflatiónin tosaði vøksturin í BTÚ upp. 

Í ár og næsta ár er tað útflutningsvøksturin, sum togar vøksturi í BTÚ upp.

Almenna nýtslan og privatu íløgurnar geva eisini eitt positivt íkast, sigur Búskaparráðið í frágreiðingini. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Politikkur
Samferðsla