Rúsevnamálið: Vitni avhoyrd í dag

Rúsevnamálið: Vitni avhoyrd í dag
Frágreiðingarnar snúðu seg mest um ferðina við bátinum, sum var brúktur at smugla rúsevnini til Føroya.
Í dag eru vitni avhoyrd í stóra rúsevnamálinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2025 - 13:39

Vitni vórðu avhoyrd í stóra rúsevnamálinum fyrrapartin. Nøkur teirra vóru tilstaðar og onnur vórðu avhoyrd um netið.

Frágreiðingarnar snúðu seg mest um ferðina við bátinum, sum førdi rúsevnini til Føroya.

Seks fólk eru ákærd fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini.

Í dag er triði dagur, at málið verður viðgjørt í rættinum. Øll vikan er sett av til viðgerðina, og í morgin verður dómsviðgerð.

Eftir ætlan verður dómur sagdur fríggjadagin. 

Hoyr Jóhann Mortensen greiða frá úr rættinum: 

 

05042025_Johann_ur_raettinum


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025