Eingin veljarakanning í Grønlandi

Eingin veljarakanning í Grønlandi
- Valið í Grønlandi týsdagin er tað mest avgerandi í nýggjari tíð, heldur tíðindaleiðarin á fjølmiðlinum Sermitsiaq, Masaana Egede.
Masaana Egede, tíðindaleiðari á fjølmiðlinum Sermitsiaq
Mynd: Leiff Josefsen/Sermitsiaq  
 
08.03.2025 - 13:05

Tíðindamiðilin Sermitsiaq hevur tí til valið hesaferð spurt fólk, hvat tey vilja hava, at valstríðið skal snúgva seg um, nú 31 fólk um tríggjar dagar skulu veljast í grønlendska landstingið, Inatsisartut.

Masaana Egede tulkar støðuna soleiðis, at fólk vilja gjarna tosa um annað enn sjálvstýri, og tí er meira realpolitikkur komin inn í valstríðið, síðstu dagarnar.

Seinasti stóri almenni valfundurin fyri valið í Grønlandi týsdagin verður í Nuuk klokkan fimm seinnapartin, og vit frætta meira frá tí fundinum í tíðindunum klokkan 18.

Tá landstingsval var í Grønlandi fyri fýra árum síðani, var valluttøkan 67 prosent, men hesaferð verður luttøkan væntandi størri.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Masaana Egede:

2025-03-08-Masaana-Egede


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094