Bilførari koyrdi á skeivari vegbreyt í Kollfjarðarbergholinum

Bilførari koyrdi á skeivari vegbreyt í Kollfjarðarbergholinum
Samanstoytur mundi blivið, tí speglið á bilinum tók í speglið hjá einum bili, sum koyrdi suðureftir, tá ein bilførari fór yvir í skeiva vegbreyt í Kollfjarðarbergholinum
 
13.03.2025 - 08:56

Stutt fyri klokkan eitt í gjár fekk politiið fráboðan um ein bil, sum koyrdi ófantaliga í Kollfjarðarbergholinum.

Bilurin, sum var veg norðureftir, fór yvir á hina vegbreytina.

Samanstoytur mundi blivið, tí speglið á bilinum tók í speglið hjá einum bili, sum koyrdi suðureftir.

Og bilurin kom eisini heilt nær tveimum øðrum bilum, uttan tó at raka teir.

Politiið fann bilin.

Og bilførarin, ein maður, er yvir 80 ár.

Politiið tók koyrikortið frá honum alt fyri eitt, tí politiið heldur ikki, at hann er førur fyri koyra bil.

Einki rúsdrekka var uppií. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025