Byrjaðu aftur í ítrótti sum vaksnar kvinnur

Byrjaðu aftur í ítrótti sum vaksnar kvinnur
KVINNUR Í ÍTRÓTTI: Anna Berg og Rúna Seyer Eliassen góvust við ítrótti, tá ið tær vóru tannáringar, men byrjaðu aftur í vaksnum aldri
Kurvabóltsspælarin Anna Berg og tennisspælarin Rúna Seyer Eilassen
Mynd: Eyðvør Klakstein  
 
18.03.2025 - 10:00

Tá ið ungar gentur gevast at íðka ítrótt, er ætlanin ofta at gevast í eitt styttri tíðarskeið. Tað kann vera, tí lesnaður ella onnur áhugamál fylla nógv, og tá er lættari at venja sjálv – til dømis fitness. Men donsk gransking vísir, at tær flestu genturnar, sum gevast sum tannáringar, verða ikki virknar aftur í skipaðum ítrótti.
Anna Berg og Rúna Seyer Eliassen góvust báðar við ítrótti, tá ið tær vóru ungar gentur men tær byrjaðu aftur í nýggjum ítróttargreinum í vaksnum aldri.
Anna Berg spælir kurvabólt, ið er ein lutvíst nýggj ítróttargrein í Føroyum. Og sum 39 ára gomul var hon fyri fyrstu ferð úttikin til landslið og var við á Oyggjaleikunum í 2023. 
– Eg byrjaði at spæla kurvabólt, meðan eg var í barnsburðarfarloyvi við tí yngsta barninum. Fyri meg var tað serliga fyri tað sosiala og fyri at halda meg í gongd og gera okkurt, sum var stuttligt, sigur Anna Berg, sum byrjaði at spæla kurvabólt, tá ið hon var farin um 30 ár aldur. 
Rúna Seyer Eliassen byrjaði fyri umleið seks árum síðani at spæla tennis, og hon hevur verið íðin tennisspælari síðani. 
– Ítrótturin hevur stóran týdning fyri meg. Bæði tað at spæla tennis, men eisini at fáa teir kropsligu ágóðarnar og at vera partur av einum góðum felagsskapi. Vit hava nógvar góðar løtur, sigur Rúna Seyer Eliassen.
Í sætta og seinasta parti av poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti verður tosað um at byrja aftur í skipaðum ítrótti í vaksnum aldri. Tú kanst hoyra sendingina her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776