Sólarmyrkingin 10 ár: Minnast tit ørkymlaðu hønurnar?

Sólarmyrkingin 10 ár: Minnast tit ørkymlaðu hønurnar?
Tað sigst, at hønur blíva í ørviti av sólarmyrkingum. Men tað var eitt sindur ógreitt eftir sólarmyrkingina í Føroyum í 1954. Í 2015 vildi Jensjáku Hansen kanna málið
Mynd: Jensjáku Hansen  
 
20.03.2025 - 16:03

Fóru hønurnar veruliga upp á vaglið, tá sólarmyrkingin var í 1954, ella fóru tær ikki? Og hvat gjørdu tær í dag? 

Tað setti Jensjáku Hansen, sum tey flestu í dag kenna sum Hin rusuti, sær fyri at kanna, tá full sólarmyrking var í Føroyum í dag fyri 10 árum síðani. 

Jensjáku Hansen setti myndatól upp í høsnagarðinum hjá Andrias Reinert, sála, við Villingardalsvegin í Havn, og har fekst sjón fyri søgn:

Hønurnar, ið annars vóru árvaknar og virknar, blivu heilt ørkylmaðar av sólarmyrkingini, og fóru upp á vaglið at durva. 

Síggið innslagið um ørkymlaðu hønurnar 20. mars 2015 her. 

 

20150320_ORKYMLADAR_HONUR

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860