Týska samveldistingið hevur fingið nýggja forkvinnu

Týska samveldistingið hevur fingið nýggja forkvinnu
Julia Klöckner var fyrstu ferð vald í samveldistingið í 2002
 Julia Klöckner er nýggj forkvinna í samveldistinginum.
 
25.03.2025 - 14:49

Týska samveldistingið hevur valt Juliu Klöckner úr konservativa flokkinum, CDU, til forkvinnu.

 Julia Klöckner, sum 52 ára gomul, var fyrstu ferð vald í samveldistingið í 2002.

Hon var eisini ráðharri í stjórnini hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara. Frá 2018 til 2021 var hon landbúnaðar- og matvørumálaráðharri. 

 Julia Klöckner hevur í fleiri ár sitið í leiðsluni í CDU.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286