ES-leiðarar vilja varðveita revsitiltøkini móti Russlandi

ES-leiðarar vilja varðveita revsitiltøkini móti Russlandi
USA hevur tosað um, at evropeisk lond eiga at slaka í revsitøkunum, men tað vísir ES aftur
Frá toppfundinum í París. Vinstrumegin Keir Starmer, forsætiráðharri í Bretlandi, Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
 
27.03.2025 - 15:07

ES-leiðarar er samdir um, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu ikki setast úr gildi.

Á toppfundi í París í dag er semja gjørd um, at revsitiltøkini skulu varðveitast.

Millum annað hava Olaf Scholz úr Týsklandi, Keir Starmer úr Bretlandi og Emmanuel Macron úr Fraklandi gjørt greitt, at revsitiltøkini verða ikki sett úr gildi. 

 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, á ES-toppfundi í París. (Mynd: EPA/Ritzau Scanpix)

 

Amerikanarar hava tosað um, at evropeisk lond eiga at slaka í revsitiltøkunum, fyri at tryggja eina vápnahvíld - seinast í sambandi við 30 daga vápnahvíldina í Svartahavinum.

Men leiðararnir í ES-londunum taka ikki undir við hesum. Hinvegin hevur heldur verið tosað um at herða revsitiltøkini.

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, sum eisini er á toppfundinum, sigur, at tað verður ein diplomatisk vanlukka, um tað longu nú verður slakað í revsitiltøkunum móti Russlandi.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329