Nýggir ferðaseðlaprísir: Útlendingar skulu rinda munandi meira

Nýggir ferðaseðlaprísir: Útlendingar skulu rinda munandi meira
Prísirnir hjá Strandferðsluni hava verið óbroyttir í 18 ár
Tað verður munandi dýrari hjá fólki, sum ikki búgva í Føroyum, at ferðast vvið Strandferðsluni. (Savnsmynd)
 
01.04.2025 - 13:11

Í gjárkvøldið almannakunngjørdu Strandfaraskip Landsins nýggju ferðaseðlaprísirnar, sum koma í gildi longu um eina viku. 

Hetta samsvarar við ætlanirnar hjá samgonguni um at javnseta fólk ymsastaðni í landinum í samferðsluni, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni. 

 

Niels Juel Arge. 

 

Um eina viku verður 10 krónur dýrari at sigla við strandfaraskipunum, og tað verður fimm krónur dýrari at koyra við Bygdaleiðum

Ein onnur broyting á oyggjaleiðunum er, at pendlarar nú við einum árskorti fara at fáa ein stigvíst øktan avsláttur.

Størsta broytingin er, at hjá ferðafólkum, sum ikki eru búsitandi í Føroyum, hækkar prísurin 75 prosent fyri ferðandi til gongu og 50 prosent fyri akfør.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01042025_NJA_og_prisir

 

Tað eru 18 ár síðani, at ferðaseðlaprísirnir seinast vórðu broyttir. Tað var í 2007, tá ið teir á oyggjaleiðum lækkaðu 50 prosent fyri ferðafólk og 22 prosent fyri akfør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860