Beinir Johannesen um játtanarkarmar: Sláimaskinan er ikki nóg mikið

Beinir Johannesen um játtanarkarmar: Sláimaskinan er ikki nóg mikið
Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at skipanir eiga at gerast effektivari, so meiri fæst burturúr
Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.04.2025 - 09:36

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, er samdur við Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum og Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum um, at tað ber ikki til bara at brúka sláimaskinuna, um tamarhald skal fáast á almennu útreiðslunum.

Tá Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði uppskotið um fíggjarkarmar fyri løgtingið, gjørdist greitt, at fíggjarlógin næsta ár fer at hava eitt hall upp á eina fjórðingsmilliard krónur, ella 252 milliónir krónur.

Í sambandi við framløguna segði Ruth Vang, at samgongan hevði funnið 55 milliónir krónur í sparingum, men hetta er ov lítið sambært Búskaparráðnum. Tað átti at verið nærri 155 milliónum krónum, skal tað hera mun.

Í tíðarskeiðinum frá 2010 til í ár eru almanna- og heilsuútreiðslurnar á fíggjarlógini hækkaðar úr 45 prosentum upp í 55 prosent.

Beinir Johannesen tekur undir við Búskaparráðnum, men arbeiðast má eisini við at gera skipanir effektivari, so meiri fæst burturúr, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

02042025_Beinir_Johannesen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425