Á Breddanum: Suðuroyartunnilin

Á Breddanum: Suðuroyartunnilin
Kristian Stórhamar í privata tunnilsbólkinum og Teitur Samuelsen, stjóri p.f. Suðuroyartunlinum, vera í útvarpsstovuni
Kristian Stórhamar og Teitur Samuelsen vera í Breddanum fyrrapartin.
 
04.04.2025 - 08:57

Aksel V. Johannesen, løgmaður, skipaði í gjár fyri kunningarfundi fyri tingfólki um Suðuroyartunnilin.

Uppskotið um tunnilin hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum, og er nú í fíggjarnevndini. 

Samstundis sum tingfólk skuldu fáa alla ta kunning, tey vildu hava, á afturlata fundinum hjá løgmanni, fingu tey eisini ein drúgvan teldupost frá privata tunnilsbólkinum, sum arbeiðir við alternativum uppskotum um Suðuroyartunnilin.

Privati tunnilsbólkurin var ikki boðin við á fundin í Tinganesi.

 

Frá tunnilsfundinum í Tinganesi í gjár.

 

Ikki nóg væl upplýst

Í teldupostinum til tingfólk gevur tunnilsbólkurin greitt til kennar, at eftir teirra tykki er løgtingið ikki nóg væl upplýst um málið.

Hvat er boðskapurin hjá Kristiani Stórhamar og hinum í privata tunnilsbólkinum?

Og hvat er tað, sum almenna tunnilsfelagið við Teiti Samuelsen á odda, vil gera?

Kristian Stórhamar og Teitur Samuelsen vera í Breddanum í dag,

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938