Dýrari at brúka flogvøllin

Dýrari at brúka flogvøllin
Tænastugjaldið, sum er partur av ferðaseðlakostnaðinum, hækkar 60 kr. 1. apríl næsta ár. Stórar íløgur skulu gerast á flogvøllinum
Tænastugjaldið, sum er partur av ferðaseðlakostnaðinum, verður 230 kr. 1. apríl 2026.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2025 - 08:22

Tað verður dýrari hjá ferðandi at brúka Vága floghavn.

Sum er, rindar hvør ferðandi við fráferð úr Vágum 170 kr. í tænastugjaldi til Vága floghavn sum partur av ferðaseðlakostnaðinum. Hetta gjaldið hækkar 60 kr., soleiðis at tað frá 1. apríl næsta ár verður 230 kr.

- Samsvar skal vera millum útreiðslur og inntøkur, og av tí at krøvini til flogvallarrakstur eru herd munandi seinastu árini, og stórar íløgur eru fyri framman, er neyðugt at hækka tænastugjøldini, sigur Vága floghavn í tíðindaskrivi.

 

Nýggj farstøð

Størsta íløgan fyri framman er at útbyggja farstøðina, sum er ov trong til støðugt vaksandi talið av ferðafólkum.

Gongst sum ætlað, stendur nýggj farstøð liðug í 2029 ella 2030.

Næstu árini skulu eisini nýggjur hangarur til Atlantic Airways og parkeringspláss gerast, og flogbreytin skal asfalterast.

Vága floghavn fer eisini at gera tillagingar í startgjøldum og støðugjøldum hjá flogførum, og tað verður dýrari hjá okkum at parkera bilin á økinum hjá Vága Floghavn. 

Broytta parkeringsgjaldið fær gildi 1. mai, - prísurin er ikki kunngjørdur enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Ólavsøkan verður sett 2026
211340
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182