Aaja stuðlar stjórnini í øllum

Aaja stuðlar stjórnini í øllum
Grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz vil fegin siga, hví hon stuðlar danska veðurlagsmálaráðharranum Lars Aagaard
Aaja Chemnitz uttan fyri fólkatingið.
 
11.04.2025 - 06:55

Grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz vil fegin siga, hví hon stuðlar danska veðurlagsmálaráðharranum Lars Aagaard.

Hon sigur við KNR, at flokkur hennara, IA, stuðlar stjórnini.

Og ein stuðulsflokkur er noyddur til at stuðla øllum hjá stjórnini, sigur hon. 
 
Aaja Chemnitz sigur, at við at stuðla stjórnini fær Grønland nógvar sømdir í fólkatinginum, tí IA hevur ávirkan á arbeiðið hjá stjórnini.

Hon vil ikki siga, um stjórnin bað hana og føroyingarnar um at stuðla Lars Aagaard.

Sum skilst hevði misálit á Lars Aagaard verið samtykt í fólkatinginum.

Men tað verður tað ikki, tí føroysku fólkatingslimirnar og annar úr Grønlandi og ein uttanfloksmaður stuðla Lars Aagaard.

Hin grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, sigur við DR, at hon einki sigur um hetta málið.

Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale vísa til tíðindaskriv hjá teimum trimum fólkatingslimunum.

Har siga tey, at tey hava álit á, at ráðharrin í framtíðini fer at kunna og taka fólkatingið við á nøktandi hátt. Tí stuðla vit ráðharranum og stjórnini sum heild, siga tey.

Lars Aagaard kom í andglettin, tí hann helt aftur upplýsingum, sum fólkatingið átti at fáa.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221