Stevnir norska statin fyri menniskjahandil

Stevnir norska statin fyri menniskjahandil
Uma Feed hevur fingið ókeypis rættarhjálp, og hon verður tann fyrsta í Noregi, sum stevnir norska statin fyri menniskjahandil
 
14.04.2025 - 09:15

Um Feed sigur, at Noreg breyt mannarættindi, tá ið hon var ættleidd úr Suðurkorea fyri skjótt 43 árum síðani.

- Eg havi troytt allar aðrar møguleikar uttan úrslit. Seinasta stigi er rættarmál. Eg vóni við hesum at kunnu noyða fram broytingar í skipanini, sigur Uma Feed við blaðið Klassekampen.

Feed var skrásett sum faðir- og móðirleyst barn, men gjørdist seinni greið um, at foreldrini høvdu leitað eftir henni, síðani hon hvarv í 1980'árunum.

- Eg var ikki foreldraleys og funnin á gøtuni, men eg var eitt barn, sum varð tikið frá familju síni, tí ein skipan forvann pening við at fáa meg út úr landinum, sigur hon.

Verður staturin dømdur fyri brot á mannarættindi, kann Feed fáa rætt til endurgjald. Síðani 1970'ini eru meira enn 20.000 børn ættleidd úr útlandi til Noreg, av teimum eru umleið 6.000 ættleidd úr Suðurkorea, sum er størsta einstaka landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065