Gadus fingið løggilding, sum tryggjar, at alt kann fara til matna

Gadus fingið løggilding, sum tryggjar, at alt kann fara til matna
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur nú løggilt Gadus soleiðis, at øll veiðan kann brúkast til mannaføði
 
29.04.2025 - 20:58

Gadus hevur, sum tað fyrsta skipið í føroyska flotanum, fingið løggilding, sum tryggjar, at 100 prosent av fiskinum fer til matna.

Tað skrivar JFK í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum í dag.

Tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum hevur veitt løggildingina, og hon hevur millum annað við sær, at lýsi og mjøl, sum áður fóru til ídnað, nú eru góðkend til matvøruúrdráttir. Og sjóføðsluevni, sum fyrr vórðu tveitt út, kunnu nú brúkast til mannaføði.

Talan er um eitt drúgt og langt hál, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, í tíðindaskrivinum. 

Tað er eingin loyna, at hetta er eitt vitanartungt umráði, ið krevur nógvan kunnleika og áhaldandi menning. Vit hava samstundis havt eitt sera gott samstarv við fakfólk innan júst hetta økið í Noregi, sigur Hanus Hansen, sum leggur afturat, at fólk frá reiðarínum hava verið við norskum flakatrolara at læra seg mannagongdir, sum skal leggja lunnar undir, at alt, sum nú kemur til høldar, kann fara til matna.

Nýggja løggildingin hevur við sær nýggjar menningarmøguleikar og letur eisini upp heilt nýggjar dyr úti í heimi, sigur Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK. Millum annað kann hetta lata dyrnar upp til heilsu- og heilivágsídnaðin, sigur hon í tíðindaskrivinum.

Hetta seinasta kann so eisini hava við sær, at felagið, við nýggju løggildingini, kann selja veiðina fyri eitt hægri virði, tá hon kann seljast til matna heldur enn til ídnað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932