
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálvsystkin í Skælingi blivu hálshøgd í 1706 fyri blóðskemd

Skrivað og lisið hevur: Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Vit vita frá fútaroknskapum og tingbókum, sum eru varðveittar frá 1615, um einar 30 deyðadómar í Føroyum frá 1583 til 1846, men helst eru fleiri feldir áðrenn 1615, sum vit ikki vita nakað um.
Av teimum kendu 30 deyðadómunum vóru teir 19 útintir, meðan 11 ikki vórðu útintir.
Onkrir vórðu ikki útintir tí kongur ella Hægstirættur náðaði tann deyðadømda, aðrir tí tey deyðadømdu flýddi av landinum, áðrenn myndugleikarnir handtóku tann dømda.
Deyðadómar í Føroyum vórðu feldir á vártingunum ella á løgtingi í Havn til 1816, har fútin var ákæri og løgmaður dømdi, og síðan 1816, tá løgtingið varð niðurlagt, av Føroya Rætti.
Deyðadómar skuldu eisini leggjast fyri Hægstarætt.
Deyðadómar vóru sum oftast feldir tí tann skuldsetti hevði stolið fyri fjórðu ferð ella fyri blóðskemd.
Kvinnur druknast, menn heingjast
Fólk, sum vóru kynsliga saman við einum av hinum kyninum, og vórðu í ætt í triðja liði ella nærri, skuldu sambært lógini deyðadømast.
Sambært Stóradómi frá 1664, sum varð settur í gildi í Føroyum í 1684, skuldi deyðadømdar kvinnur druknast, meðan menn skuldu hálshøggast ella heingjast.
Við Norsku lóg Kristians 5 frá 1688 vórðu kvinnur og menn javnstillaði hesum viðvíkjandi – bæði kvinnur og menn skuldu hálshøggast.
Tað varð mett at vera mannminkandi at verða hongdur til almenna skoðan, men hálshøgd kundu í deyðanum verða víst fram alment.
Hálshøgd kundu í deyðanum fáa ta lagnu, at høvdið varð sett á eina stong á almennum stað til skoðan og áminning til onnur.
Seinasti útinti deyðadómurin í 1706
Í 1682 varð eiðismaðurin Jóhannes Joensen dømdur at hálshøggast fyri blóðskemd, og høvdið setast á stong. Kvinnan – ein genta, sum ikki varð fylt 15 ár – skuldi druknast.
Kongur staðfesti dómin, men bæði maðurin og gentan vóru tá flýdd av landinum.
Tann fyrsti skjalprógvaði deyðadómurin í Føroyum varð feldur í 1583, tá svínoyingurin Jákup Eyðunsson varð dømdur til deyðis fyri blóðskemd.
Seinasti deyðadómurin, sum varð útintur í Føroyum var í 1706, tá tvey hálvsystkin á Skælingi vórðu deyðadømd fyri blóðskemd, bæði vórðu hálshøgd í Havn.
Dømd til deyða tvær ferðir
Tann seinasti deyðadómurin, sum varð feldur í Føroyum var í 1846, tá Føroyarættur dømdi Siggu Ólavsdóttir úr Svínoy til deyða fyri at hava roynt at gera av við konuna hjá einum manni, sum hon átti barn saman við.
Tá hevði Føroyarættur frammanundan, í 1845, felt deyðadóm yvir Siggu, men hægstirættur gav Føroyarætti boð um at endurskoðað dómin. Føroyarættur feldi sama dóm í 1846.
Sigga man vera einasta fólk í Føroyum, sum varð dømd til deyða tvær ferðir, men Hægstirættur broytti dómin til ein seks ára fongsulsdóm í Danmark í staðin.
Upplýsingartíð og humanisma hevði broytt almennu hugsanina um tílíkar deyðadómar.
Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.