Avvarðandi hjá fólki við demensi fjala sjúkueyðkenni

Avvarðandi hjá fólki við demensi fjala sjúkueyðkenni
At fjala sjúkueyðkenni hjá fólki við demensi er ein umsorganarháttur, sum í síðsta enda hevur avleiðingar fyri tann avarandi. Hetta vísir nýggj gransking
Savnsmynd
 
06.05.2025 - 13:15

Í nýggju ph.d ritgerðini um umsorganarhættir innan demensøkið, vísir Barbara Egilstrøð, granskari í heilsuvísindum, á, at har eru ótilætlaðar fylgir fyri umsorganarpersónar hjá heimabúgvandi borgarum við demensi.

- Avvarandi hjá fólki við demensi, ofta hjúnafelagin, byrjar at hjálpa, soleiðis at tann við demensi allatíð sýnist so væl og vanligt sum gjørligt, sigur Barbara Egilstrøð.

Hesin umsorganarhátturin verður róptur "maskering", og snýr seg um at bæði sjúk og avvarandi, fjala sjúkueyðkenni fyri umheiminum, fyri at varðveita ein vanligan gerandisdag.

-  Tá man maskerar, er man við til at fjala álvarsemi av sjúkuni. Tað ger tað torført at spyrja um hjálp, og hjá øðrum at síggja, at har er tørvur á hjálp.

Barbara Egilstrøð mælir til, at heilsustarvsfólk í størri mun eisini taka fyrilit fyri avvarandi í lívinum við demensi.

Hoyr innslag í tíðindunum:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585