Týska samveldistingið vrakaði Friedrich Merz í fyrsta valumfari

Týska samveldistingið vrakaði Friedrich Merz í fyrsta valumfari
Kristindemokraturin Friedrich Merz fekk ikki neyðuga meirlutan í týska samveldistinginum, fyri at vera valdur til nýggjan samveldiskanslara í fyrsta valumfari
Friedrich Merz eftir, at hann var vrakaður av Samveldistinginum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.05.2025 - 14:09

Friedrich Merz skuldi hava 316 atkvøður í týska samveldistinginum, fyri at vera valdur til nýggjan samveldiskanslara, men fekk bara 310 í fyrsta valumfari, skrivar Tagesschau.

CDU-flokkurin hjá Merz og samgonguflokkurin SPD hava meirluta í Samveldistinginum, og fleiri umfør vera í atkvøðugreiðsluni.

Eftir atkvøðugreiðsluna var kreppufundur í Samveldistinginum, har avgerð skal takast um, nær næsta atkvøðugreiðsla skal vera.

Hon kann vera longu í morgin, men tað krevur, at tveir triðingar av tinginum taka undir við tí.

Ger tingið ikki tað, kann ein nýggj atkvøðugreiðsla í fyrsta lagi verða fríggjadagin, skrivar Frankfurter Allgemeine.

 

Avgjørdur meiriluti krevst

Til næstu atkvøðugreiðslu krevst framvegis ein avgjørdur meiriluti fyri at Merz skal veljast, men í triðju og seinastu atkvøðugreiðslu - um tað verður neyðugt við eini slíkari - er nóg mikið við einum lutfalsligum meiriluta, har valmøguleikin, sum fær flest atkvøður, stendur eftir sum úrslitið.

Í februar var nýval í Týsklandi. Flokkurin hjá Friedrich Merz CDU/CSU fekk 28,5 prosent av atkvøðunum.

Semja var um at skipa stjórn saman við SPD, sum er flokkurin hjá fráfarandi samveldiskanslaranum Olaf Scholz, sum fekk 16,4 prosent av atkvøðunum.

 

Ongantíð hent áður

Tað er ongantíð hent áður, at ein týskt valevni til kanslarasessin tapir valið, eftir at avtala er gjørd um at skipa nýggja stjórn. 

Tað skrivar týski miðilin Bild.

Eygleiðarar siga, at talan er um eina eyðmýking av Friedrich Merz, og gitt verður nú um, hví fleiri av hansara samgongufeløgum hava atkvøtt ímóti honum.

Ein orsøk kann vera, at Merz hevur slakað í sonevndu Skuldarbremsuni, sum Angela Merkel í síni tíð kom við, og sum setir avmarkingar fyri, hvussu nógvar pengar tað almenna kann brúka.

 

Eigur at leggja frá sær

Ein onnur orsøk kann vera, at Merz áðrenn týska valið atkvøddi saman við høgraflokkinum Alternative für Deutschland, ella AfD, um at herða reglurnar fyri innferðarloyvi til Týsklands.

Alice Weidel, forkvinna í AfD, sigur, at Merz nú eigur at leggja frá sær.

Hon skrivar á X, at atkvøðugreiðslan vísir, hvussu tunnum grundarlagi stjórnin hvílir á.

Samstundis sigur Alice Weidel, at nýval eigur at vera sum skjótast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársgudstænasta 2025
201865
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051