- Tíðindi, mentan og ítróttur
MobilePay er seinkað eitt sindur - kemur í summar

Í longri tíð hevur verið tosað um at fáa MobilePay at virka í Føroyum.
Uppskotini hava verið nógv og at byrja við varð tosað um at føroyingar skuldu fáa somu skipan sum grønlendingar hava, har teir hava eitt danskt telefonnummar knýtt at teirra egna grønlendska og at vit skuldu fáa danskt p-tal, men tað kom ongantíð hartil.
Tá danska skipanin MobilePay í 2022 kastaði saman við norsku skipanini Vipps gjørdist greitt, at skipanin skuldi brúkast í øðrum londum eisini, og tað gav ábendingar um, at forðingarnar, sum høvdu verið viðvíkjandi p-tali og telefonnummari, fóru at hvørva, og tað var eisini tað sum hendi.
Í januar í ár kom fram, at tøkniligu forðingarnar vóru burtur og bara nakrar fáar dagar seinni kom fram, at skipanin kemur at virka í Føroyum longu í ár. Tá var ætlanin, at mann skuldi fáa hana at virka í apríl, men nú apríl mánaði er farin afturum, er skipanin enn ikki virkin í Føroyum.
Orsøkin til tað er, at tað hevur tikið longri tíð at tillagað skipanina til føroysk viðurskifti. Tað er at fáa p-tølini, telefonnummrini og telefonnumarini inn í hesa norðurlendsku skipanina, so hon kann brúkast í Føroyum. V-tølini eru ein annar partur, sum eisini skal tillagast, men tað liggur eitt sindur longri frammi, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka.
- Vit hava fingið at vita frá Vipps MobilePay, at tey eru seinkað eitt sindur, men at tey framvegis vænta at hava skipanina klára seinni í summar, sigur Turð Finnbogadóttir Arge.
Tað er eitt sindur truplari at fáa vinnuliga partin av MobilePay til at virka, tí har skal gerast ein nýggj skipan, sum er á veg og hevur verið tað í eina tíð. Men sum skilst á pørtunum, so verður vinnuligi parturin av MobilePay klárur seinni í ár.
Trýst á leinkið niðanfyri fyri at hoyra alt innslagið sum varð sent í tíðindunum á døgurða týsdagin: