Á grønu slóðini: Burðardygd og sjálvbjargni

Á grønu slóðini: Burðardygd og sjálvbjargni
Hvat kann man gera, sum einstaklingur, kommuna, og sum fyritøka fyri at vera meira umhvørvisvinarlig og burðardygg? Burdu vit verið meira matvørusjálvbjargin?
Vakstrarhúsið í Sandavági
Mynd: Yngva S. Lamhauge  
 
08.05.2025 - 17:00

Hetta vóru spurningar í Breddanum í dag, har evnið var "umhvørvi, burðardygd og sjálvbjargni við matvøruframleiðslu".

Við í útvarpsstovuni vóru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, Gutti Winther, kokkur, vinnurekandi og situr í stýrinum í Grøna Háskúlanum, Elisabeth Skarðhamar Olsen, samfelagsfrøðingur og ph.d.-lesandi og Andrass Holm Arge, løgfrøðingur og deildarleiðari á Búnaðarstovuni.

Gestirnir í útvarpsstovuni tosa um brot frá samrøðum við Gittemarie Johansen, Spírar og Sporar, borgarstjóran og gartnara í Vága kommunu um tvær verkætlanir í vakstrarhúsinum í Sandavági.

Gittemarie Johansen

Í samband við umhvørvisvikuna í Tórshavnar kommunu, hevur Gittemarie Johansen í Føroyum og hevur havt fyrilestrar ymsastaðni í kommununi.

Hon er umhvørvismiðlari, fyrilestrahaldari og rithøvundur og brúkar sosialar miðlar at greiða frá hvussu man kann liva meira grønt og burðardygt. Við at taka dømir úr gerandisdegnum um hvussu man kundi gjørt fleiri "grøn" val, ynskir hon at vera á eygnahædd og gera tað lættari at liva meira burðardygt. Eisini greiðir hon frá háfloygdum evnum, sum IPCC rapportir, og greiðir einkult frá tí á Youtube.

Týskvøldið helt hon fyrilesturin "Burðardygd í verki - veruligar avbjóðingar og loysnir" og aftaná fyrilesturin hitti eg hana til eitt prát. 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Gittemarie Johansen sigur, at ábyrgdin er tríbýtt til einstaklingin, ídnaðin og stjórnina. Einstaklingurin kann gera broytingar í gerandisdegnum, til dømis nevnir hon tey 3 B'ini - "bolig, bøf og bil". Tað hevur týdning hvussu vit búgva og innrætta, hvat vit eta og hvørja transport vit brúka. Gittemarie greiddi frá, at í miðal standa bygningar bert í 40 ár, áðrenn teir verða rivnir niður. Tilfarið verður ikki endurnýtt, og tilfarið man brúkar í dag, t.d. betong, dálkar sera illa - byggivinnan stendur fyri 5% av øllum CO2 útláti. Nógvir bygningar í Føroyum standa nógv longri enn so, men tað hevur týdning at vera tilvitaður um hetta. Eisini er tað betur at búgva smátt, tí við minni plássi, ekypir man helst eisini minni. Sum hon segði - "Småt er godt".
Tað umhvørvisvinarligasta og burðardyggasta vit hava, er tað vit longu eiga. Tað er ikki neyðugt at keypa seg til at vera umhvørvisvinarligur, tí tann gamli tupperware frá síðstu øld, er meira burðardyggur enn nakað nýtt tú keypir, segði Gittemarie Johansen. Framleiðsla dálkar og tí skal man minka um keyp og harvið framleiðslu.
Eisini kann man gera mun við at vera tilvitaður um hvat man etur. At eta grønmeti, er nógv betri fyri umhvørvið enn kjøt. Oksakjøt er tað, sum dálkar mest og ein rapport hon vísti á, segði at um kjøtframleiðsla minkaði við 70%, hevði tað gjørt sera stóran mun við at minka um útlátið. Tað vil siga, at um man vanliga át kjøt hvønn dag, men bert át tað 2 dagar um vikuna, hevði man minkað kjøtinntakið við 70%.

 

Spírar og Sporar
Um man er á veg til Sandavágs og hyggur til vinstru, tá man koyrir framvið grótbrotinum í Sandavági, standa nakrir konteynarar á einari fløtu. Uttanifrá síggja konteynarirnir sakleysir og hvítir út, men inni í teimum húsast fyritøkan Spírar og Sporar. Fyritøkan hevur hildið til í Kvívík, men í mars í ár, flutti tey til grótbrotið í Sandavági. Spírar og Sporar framleiða ymisk salatir og kryddurtir í konteynarunum, við einum teknikki sum eitur hydroponics - væturøkt. Væturøkt er ein elligamal háttur at dyrka grønmeti, har man brúkar føðsluríkað vatn ístaðin fyri mold. Tað ger at tey dyrka grønmeti uttan mun til veður og vind og kunnu heysta fleiri dagar um vikuna. Magnus F. Magnusson er stovnari og stjóri í fyritøkuni og hann greiddi mær frá teirra virksemi.
 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 


 


Inni í hesum konteynarunum, verður grønmeti framleitt

Magnus F. Magnusson sigur, at síðani fyritøkan byrjaði, er virksemið vaksið 400% og eftirspurningurin tykist at vera stórur. Málið hjá Spírar og Sporar er at vera størsti veitarin av viðbreknum grønmeti í Føroyum.

Viðbrekið grønmeti er t.d. salat og kryddurtir - rosmarin, timian, dild o.s.fr. Í konteynarunum hjá Sporar og Spírar hava tey nevndu kryddurtirnar, umframt kruspersillu, koriander og ymisk salatir.
 
 

Salatveggirnar eru loddrættir og kunnu flytast
 

Plantuveggirnar verða tiknir niður, tá nýggir spírar skulu setast í
 

Her síggja vit salathøvd, ið standa loddrætt og vaksa av ljósinum og føðsluríka vatninum
 

Her eru rosmarinspírar, sum skjótt verða settir í loddrættu vakstrarveggirnar

 


 

Vága kommuna
Eins og GIttemarie Johansen sigur, er ábyrgdin fordeild - einstaklingurin kann gera sítt, ídnaðurin kann vera umhvørvisvinarligur í sínari framleiðslu, og myndugleikar hava eisini ábyrgd. Ein kommuna sum hevur grønar visjónir er Vága kommuna. Tey hava eitt vakstrarhús Í Sandavági sum hevur staðið tómt, men í dag er tað fult av vøkstri. Eg var við í vakstrarhúsinum og gjørdi samrøðu við borgarstjóran og ein gartnara í Vága kommunu. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
 

Búgvin Róin, gartnari í Vága kommunu og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu


Vilja taka grøn atlit
Visjónin hjá Vága kommunu er at taka atlit til umvhørvi í øllum sínum virksemi. Ein verkætlan sum er sprottin úr tí, er virksemið í vakstrarhúsinum í Sandavági, Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu og sigur, at tey hava eitt ynski um at vera sjálvbjargin við plantum og blómum, ið skulu prýða í kommununi. Hetta førir m.a. gartnarin Búgvi Róin út í verkið. Hann greiðir frá, at tey hava grógvið alskyns sløg av plantum, blómum og eisini grønmeti í vakstrarhúsinum og letur væl at hvussu tað hevur gingið. Bjarni Prior sær ein møguleikar fyri at gera eitt samstarv ímillum kommunur, um tær vóru fleiri, ið gjørdu slíkar verkætlanir. Hann vísti á, at kommunurnar kunnu ikki dríva vinnuligt virksemi, so um tey eru útreiðsluneutral, er málið rokkið. 

 


Vakstrarhúsið í Sandavági, ið stendur í fullum blóma
 

Fleiri gartnarir og áhugað eru knýtt at átakinum


Samstarv millum Vága kommunu og Fróðskaparsetrið
Í vakstrarhúsinum í Sandavági hava tey eisini eina aðra verkætlan. Tað er eitt samstarv millum Vága kommunu og Fróðskaparsetrið. Verkætlanin skal stimbra burðardyggari matvøruframleiðslu við at við at arbeiða saman við barnagørðunum í kommununi og fáa børnini sum ein virkin partur av virkseminum í vakstrarhúsinum.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Børninini barnagørðunum sleppa at planta ymiskt grønmeti og vera við at síggja spírarnar blíva til grønmeti. Fróðskaparsetrið granskar, hvussu tað kann betra um trivnaðin hjá børnunum at fáast við virksemið í vakstrarhúsinum, og skal tað brúkast sum námsfrøðilig ráðgeving. Hetta er eisini ein liður í at gera kommununa meira burðardygga og sjálvbjargna, og at menna staðbundnar loysnir fyri matframleiðslu. Eisini læra børnini hvussu grønmeti fer frá spíra til at kunna brúkast til matgerð og harvið læra týdningin av hesari mentanini og siðarvinum, ið ikki er ein sjálvfylgja longur. Sunfríð Árnastein er gartnari og er knýtt at verkætlanini. Hon plantar saman við børnunum og heldur at tey lata væl at. Í byrjanini ræddust tey moldina, men nú grópa tey í henni upp til albogarnar, sigur hon.

 


Plantur, sum barnagarðsbørnini hava plantað

Uttanfyri Vakstrarhúsið í Sandavági. Her vaksa plantur, ið skulu prýða bygdirnar.

 

Myndir: Yngva S. Lamhauge

 

Burðardygd og sjálvbjargni var evnið í Breddanum hósdagin 8. mai 2025.

Til ber at hoyra Breddan her:

https://kvf.fo/ljod/sending/breddin?sid=191579

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. mai
Bolero - World New Music Days
192350
Sunnudag 25. mai
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
192348
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. mai
Andakt
192349
Sunnudag 25. mai
Møti úr Ebenezer í Havn
192356
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319