Neyvan kirkjugongd í Sandvík sunnudagin

Neyvan kirkjugongd í Sandvík sunnudagin
Próstadømisráðið hevur fingið fólk at rudda leyar flísar burtur, men tað er bara lappaloysn, sigur forkvinnan í kirkjuráðnum
Sandvíkar kirkja er stongd, tí atkomuviðurskiftini eru so vánalig.
 
21.08.2025 - 12:15

Tað er ógviliga lítið sannlíkt, at kirkjugongd verður í Sandvík sunnudagin.

Tað sigur Rannveig Hovgaard, forkvinna í kirkjuráðnum í Sandvík.

Seinasta sunnudag avgjørdi kirkjuráðið at steingja kirkjuna, tí atkomuviðurskiftini vóru so vánalig:

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur sagt seg vónað og væntað, at kirkjan í Sandvík er opin aftur longu sunnudagin

So bjartskygd er forkvinnan í kirkjuráðnum tó ikki.

Síðani kirkjan varð stongd, hevur Próstadømisráðið fingið fólk at rudda leysar flísar burtur, og at bróta flísar av trappunum, sigur hon.

- Men tað er bert ein lappaloysn, sigur forkvinnan.

At rudda leysar flísar burtur hevur við sær, at tær ikki fara á flog í vetur, men annars er tað eingin varandi loysn fyri atkomuviðurskiftini, sigur Rannveig Hovgaard.

 

 

Flísar verða ruddaðar burtur fyribils. 

 

Kirkjuráðið hevur fund

Kirkjuráðið í Sandvík fer í  morgin at tosa um, hvussu farast skal fram.

- Vit vilja vita, um vit verða tikin í álvara, og vit vilja síggja eina endaliga loysn, áðrenn vit lata kirkjuna upp aftur, sigur Rannveig Hovgaard.

Hon sigur, at tey krevja ikki, at alt verður liðugt í ár, men tey vilja fegin vita, at tey verða tikin í álvara, og at ein varandi loysn verður funnin, so atkomuviðurskiftini í Sandvíkar kirkju verða góð.

 

 

Fólk í koyristóli hava hava ringar umstøður at sleppa í kirkju í Sandvík.

 

Túnið skal broytast og ein rampa skal gerast til koyristólar, sigur forkvinnan í kirkjuráðnum, sum fer at tosa við hinar limirnar í ráðnum í morgin.

Men fólk skulu neyvan rokna við at sleppa í kirkju í Sandvík longu sunnudagin, sigur Rannveig Hovgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328