Pól Esper Hansen: "Maðurin var ísakaldur og royndi at drepa meg"

Pól Esper Hansen: "Maðurin var ísakaldur og royndi at drepa meg"
"Eg eri heppin at vera á lívi í dag," sigur Pól Esper Hansen úr Skálafirði, sum í november var álopin í garasjuni av einum manni við knívi
Bárður Thomsen
"Lukkutíð, so gav hann mær ein undir vangan fyrst, so eg automatiskt fór í verjustøðu, áðrenn hann byrjaði at høgga við knívinum. Var raðfylgjan tann øvuta, so hevði eg neyvan verið á lívi í dag," sigur Pól Esper Hansen úr Skálafirði
21.08.2025 - 20:05

Eitt heilt vanligt kvøld í november í fjør fór Pól Esper Hansen úr Skálafirði, ið er familjumaður við trimum børnum, út í garasjuna eftir einum tummastokki.

Hann hevði sett eina barnasong til sølu á Rótikassanum á Facebook, og kvinnan, ið var áhugað at keypa songina, vildi gjarna vita mátini. 

Tá leiðin nú gekk út í garansjuna, so tók Pól Esper tær tómu fløskurnar, ið stóðu undir køksvaskinum, við sær. 

"Eg minnist týðiliga, at tað har vóru 13 fløskur."

 

Sleyrdi fyrst

Júst sum Pól Esper hevði sett fløskurnar frá sær í grasjuni, var brádliga einki longur vanligt við kvøldinum.

Tí áðrenn hann visti av, so stóð Pól Esper í grasjuni og bardist fyri lívinum.

Pól Esper Hansen í garasjuni í Skálafirði, har hann í november í fjør varð álopin av einum manni við knívi. Aftanfyri sæst vindeygað inn til amboðsrúmið, har gerningsmaðurin hevði goymt seg (Mynd: Bárður Thomsen)

 

Uttan at nakar visti av tí, hevði ein maður úr Filipsoyggjum sníkt seg inn í garasjuna, og lagt seg upp á lúr í amboðsrúminum innast í grasjuni.

Og tá Pól Esper skuldi inn í amboðsrúmið eftir tummastokkinum, kom filipinarin brestandi út úr amboðsrúminum við knívi í hendi og legði í krovið á Pól Esper .

"Lukkutíð, so gav hann mær ein undir vangan fyrst, so eg automatiskt fór í verjustøðu, áðrenn hann byrjaði at høgga við knívinum. Var raðfylgjan tann øvuta, so hevði eg neyvan verið á lívi í dag," greiðir Pól Esper frá.

"Lukkutíð, so gav hann mær ein undir vangan fyrst, so eg automatiskt fór í verjustøðu, áðrenn hann byrjaði at høgga við knívinum. Var raðfylgjan tann øvuta, so hevði eg neyvan verið á lívi í dag,"

Pól Esper Hansen, Skálafjørður

 

Leypa á ella fara til rýmingar?

Pól Esper fór eftir hæli undan manninum, meðan hann royndi at verja seg fyri knívhøggunum, og annars bardist fyri lívinum.

"Í støðuni ger mann alt, ið mann er mentur, fyri at yvirliva," minnist Pól Esper ógvusligu løtuna. "Tað fara eisini nógvir tankar gjøgnum høvdið á tær eina sovorðna løtu. Eg hugsaði fyrst og fremst um børnini hjá mær."

Komnir aftur ímóti garasjuhurðini, fekk Pól Esper fótin so mikið fyri seg aftur, at hann fekk skumpað álopsmannin frá sær.

"Eg fekk skumpað mannin so mikið harðliga, at hann endaði heilt yvir móti amboðsrúminum aftur. Tá hoyrdi eg ljóðið av onkrum metali, sum rakti gólvið, og tástaðni sá eg, at tað var ein knívur, ið álopsmaðurin hevði mist á gólvið."

Í tí løtu stóð Pól Esper aftur við einum sera avgerandi valið, ið kundi vera munurin millum lív ella deyða.

"Skuldi eg leypa á mannin, ella skuldi eg fara til rýmingar? Eg valdi at sleppa mær til rýmingar, og tað hevur nokk eisini bjargað mær lívinum."

"Maðurin segði einki, tá hann leyp á meg, og mátin, ið hann uppførdi seg uppá, var sera óbehagiligur. Tað var einki við, at hann rópti eftir mær. Hann fór kalt og kyniskt eftir at høgga meg niður.

Pól Esper Hansen, Skálafjørður

 

Æltaði at leypa á beiggja Pól Esper

Pól Esper Hansen, ið til dagliga er lærari á Miðnámi í Kambsdali, kendi ikki mannin, sum leyp á seg, og hevði ongantíð sæð álopsmannin áðrenn.

"Maðurin segði einki, tá hann leyp á meg, og mátin, ið hann uppførdi seg uppá, var sera óbehagiligur. Tað var einki við, at hann rópti eftir mær. Hann fór kalt og kyniskt eftir at høgga meg niður."

Tað vísti seg, at gerningsmaðurin hevur ætla sær at leypa á beigga Pól Esper, sum tá helt saman við fyrrverandi damuni hjá filipinaranum. 

"Alt var tilætlað hjá honum, tí hann hevði verið í Berglon í Klaksvík og keypt knívin og ein kikara, áðrenn hann tók ein taxa her til Skálafjarðar. Her hevur hann eisini spurt seg fyri, hvar beiggi mín búði.

Omaná alt hetta, so hevði filipinarin eisini sløkt oljufýringina til íbúðina omanfyri garasjuna, har beiggi Pól Esper búði, í eini roynd at lokka tey at niður undir í garasjuna, har hann stóð klárur við knívinum. 

Skelkurin eftir skakandi tilburðin í november í fjør situr enn í kroppinum, ásannar Pól Esper Hansen (Mynd: Bárður Thomsen)
 

Eitt ár og útvísing

32 ára gamli filipinarin varð dømdur eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at hann var vístur av landinum. 

Dómin fekk hann fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og innbrot í Skálafirði 21. november í fjør.

Dómurin í Føroya rætti varð staðfestur í Landsrættinum týsdagin, og maðurin varð eftir dómin í dag koyrdur aftur í Mjørkadal, har hann hevur sitið í níggju mánaðir. 

"Í Mjørkadali verður hann sitandi tað, sum eftir er av dóminum, og síðani verður hann sendur av landinum," segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, við útvarpið týsdagin. 

 

Skelkandi situr enn í kroppinum

Øll hendingin hevur verið sera skelkandi fyri Pól Esper Hansen og familju hansara. 

"Í langa tíð eftir hendingina, tá vit høvdu verið út, so kannaðu vit øll rúmini í íbúð okkara, áðrenn vit tordu at fara inn."

Pól Esper er sera fegin um allan stuðulin, ið hann hevur fingið frá familju, vinum, arbeiðsplássi, starvsfeløgum og øðrum í sambandi við skelkandi tilburðin.

Men í samráð við konuna, so valdi Pól Esper beinavegin at fara aftur til arbeiðis sum lærari á Miðnámi í Kambsdali, og yvirhøvur fáa ein vanligan gerandisdag aftur. 

"Tað eri eg glaður fyri í dag, tí tað hevur hjálpt mær og okkum at koma víðari."

Pól Esper Hansen heldur, at tað var ein knívur, ið er meinlíkur hesum, sum hann var álopin við í november í fjør (Mynd: Bárður Thomsen)

 

Rambo-knívur

Størsta skelkin fekk Pól Esper tó ein dagin, tá konan og hann vóru í Berglon, fyri at býta ein jakka um. 

"Tá fór eg yvir til har, ið knívarnir hanga. Eg vist, hvat slag av knívi, gerningsmaðurin hevði brúkt. Men tá eg sá knívin, bleiv eg kløkkur. Tað var ein ordiligur Rambo-knívur, sum hann hevði valt sær, 13,5 sentimetur, fyri at gera mest møguliga skaða. So tað er einki at ivast í, at eg eri heppin fyri at vera á lívi í dag."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139