Fosturforeldur í farloyvi fáa ov lítla samsýning

Fosturforeldur í farloyvi fáa ov lítla samsýning
Grannalondini hava skipanir, sum lofta hesum, sigur Barnaverndarstovan
Barnaverndarstovan mælir til, at kommunur og land gera broytingar fyri at fáa nóg nógvar fosturfamiljur. 
 
21.08.2025 - 08:53

Fosturforeldur, sum noyðast at fara í farloyvi, fáa ov lítla samsýning samanborið við inntøkuna, tey høvdu, áðrenn tey gjørdust fosturforeldur.

Barnaverndarstovan mælir til, at kommunur og land gera broytingar fyri at fáa nóg nógvar fosturfamiljur. 

Grannalondini hava skipanir, sum lofta hesum, sigur Barnaverndarstovan.

Støðugt fleiri børn hava brúk fyri fosturfamiljum.

 

Ov fá fosturheim

Men fosturforeldraskipanin hevur ikki nóg nógv fosturheim, stendur í ársfrágreiðingini. 

Tað besta er, at fleiri børn kunnu vera í fosturheimum í staðin fyri á barnavendarstovnum. 

Hetta fer so at krevja, at fosturforeldur vera førleikament.

Og brúk verður fyri fleiri fólkum í Barnaverndarstovuni og í fosturforeldraskipanini, stendur í ársfrágreiðingini fyri 2024 hjá Barnaverndarstovuni.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329