Trupult hjá blindum at fylgja við ítrótti í sjónvarpinum

Trupult hjá blindum at fylgja við ítrótti í sjónvarpinum
Hjá blindum og sjónveikum kann tað vera trupult at fylgja við ítótti í sjónvarpinum. Eisini eru nógvar føroyskar heimasíður, har atlit ikki er til blind og sjónveik.
 
11.05.2025 - 18:48

Hondbóltsfepurin hevur rakt Føroyar og tað munnu vera nógvum sum dáma at hyggja eftir hondbólti í sjónvarpinum. Men hjá blindum og sjónveikum kann tað vera trupult at fylgja við, tí tey ikki síggja grafikkin, sum sigur, hvat støðan er. Tað sigur Uni Rasmussen, sum er hondbóltsfjeppari og blindur. Hann heldur ikki, at tað eru so stórar broytingar, sum skulu tit fyri at tað skal gerast lættari hjá blindum og sjónveikum at fylgja við í ítrótti í sjónvarpinum, men krevur bert, at frásøgufólk oftari siga hvør støðan er og talan er um eitt mál ella eina bjarging. 

 

1742831

 

Men tað er ikki bert tá tað kemur til ítrótt í sjónvarpinum, at blind og sjónveik í Føroyum møta forðingum. Eisini kann tað vera ein avbjóðing, at so nógv gongur fyri seg á netinum, tí nógvar heimasíður eru gjørdar uttan atlit til blind og sjónveik . Tað sigur, Ruth Thomsen, forkvinna í MEGD og ráðgevi í Blindafelagnum, sum eisini er blind. Ruth Thomsen vísir tó á, at tá hugsað verður um atkomu frá byrjan, so er væl møguligt at gera talgildar miðlar ella heimasíður, sum eisini blind og sjónveik kunnu brúka. Eitt dømi er 'Samleikin', sum Talgildu Føroyar hava ment. 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262