EM-lutakast: Kundi næstan ikki verið betri

EM-lutakast: Kundi næstan ikki verið betri
Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal møta Slovenia, Montenegro og Sveis í EM-bólkaspælinum í Oslo í januar. Hetta kundi næstan ikki verið betri, sigur hjálparvenjarin
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu aftur royna seg ímóti Slovenia til EM í Oslo
Mynd: Kollektif  
 
15.05.2025 - 18:53

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Slovenia, Montenegro og Sveis í bólkaspælinum til EM, sum verður í Oslo í januar.

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar, sum mugu metast hava nøkulunda kjans at vinna á øllum trimum mótstøðulondunum.

Slovenia var ynskimótstøðuliðið úr ovasta styrkisbólki, har hinir møguleikarnir vóru Frakland og Ungarn. Úr styrkisbólki 3 fingu vit Montenegro og sluppu undan Póllandi og Hollandi, men Sveis var kanska ikki fyrsta val úr lægsta styrkisbólkinum.

- Hetta var øgiliga nær við at vera tað besta lutakastið, vit kundu fáa, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum.

Hann vísir á, at Føroyar enn ikki hava vunnið ein dyst í einum endaspæli, og at tað helst má vera fyrsta málið, áðrenn tað verður tosað um at koma víðari úr bólkinum. Hinvegin ásannar hann eisini, at við góðu úrslitunum og góðu styrkismetingini koma eisini hægri krøv.

 

Hoyrið samrøðu við Hjalta Mohr Jacobsen her:

Hjalti_M_Jacobsen_um_lutakastid

 

Teir seks bólkarnir til EM-endaspælið eru hesir:

Bólkur A: Týskland, Spania, Eysturríki og Serbia.

Bólkur B: Danmark, Portugal, Norðurmakedonia og Rumenia.

Bólkur C: Frakland, Noreg, Kekkia og Ukraina.

Bólkur D: Slovenia, Føroyar, Montenegro og Sveis.

Bólkur E: Svøríki, Kroatia, Niðurlond og Georgia.

Bólkur F: Ungarn, Ísland, Pólland og Italia.

 

EM-endaspælið verður í døgunum frá 15. januar til 1. februar 2026 í Noregi, Danmark og Svøríki.

Føroyar spæla sínar dystir í Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107