Hondbóltur: Turið og Høgni best í ár

Hondbóltur: Turið og Høgni best í ár
Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Høgni Heinason úr H71 vóru bestu spælararnir farna kappingarár, meðan Helgi H. Hoydal og Hjalti Mohr Jacobsen vóru bestu venjararnir
Turið Arge Samuelsen og Høgni Heinason fóru avstað við tveimum virðislønum í part
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
18.05.2025 - 20:25

Turið Arge Samuelsen fekk heiðurin sum ársins spælari og ársins áleypari í bestu deildini hjá kvinnum, og Høgni Heinason varð valdur til ársins spælara og ársins stjørnuskot hjá monnum, tá føroyskur hondbóltur hevði gallaveitslu í bygdarhúsinum á Strondum leygarkvøldið.

At H71-kvinnurnar koppaðu annars ósigraða Kyndli í FM-finalunum taldi helst nógv, tí Helgi H. Hoydal, sum kom til miðskeiðis í kappingini, varð ársins venjari í SMS-deildini. Ikki óvæntað fekk Hjalti Mohr Jacobsen tann heiðurin hjá monnum. Hjálparvenjarin hjá manslandsliðnum leiddi Kyndil til sítt fyrsta meistaraheiti í 18 ár.

Hesir heiðrar vóru latnir:

Ársins leikarar
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Høgni Heinason, H71

Ársins stjørnuskot
Ró Reginsdóttir, Neistin
Høgni Heinason, H71

Ársins málverjar
Yui Shibuya, Neistin
Milenko Jelic Jelkan, KÍF

Ársins verjuleikarar
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Tony Hammer Weyhe, KÍF

Ársins áleyparar
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tobias Thisen, Kyndil

Ársins venjarar
Helgi Hoydal, H71 (kvinnur)
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil (menn)

Ársins dómarar
Jógvan Skeel Nolsøe
Thomas Juul Thomsen

Toppskjúttar
Turið Arge Samuelsen, 258 mál, Kyndil
Tobias Thisen 182 mál, Kyndil

 


Ársins lið í bestu deildini við kvinnum. H71 eigur tríggjar, Kyndil tríggjar og Neistin ein spælara. (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

 

Ársins lið, kvinnur
Málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Vinstri vongur: Hervør Niclasen, Neistin
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Miðja: Anna Elisabeth Weyhe, H71
Høgri bakkur: Elsa Egholm, H71
Høgri vongur: Karin Egholm, H71
Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 


Ársins lið í landskappingini hjá monnum: Fimm feløg eru umboðað. (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

 

Ársins lið, menn
Málverji: Milenko Jelic Jelkan, KÍF
Vinstri vongur: Sjúrður Olsen, VÍF
Vinstri bakkur: William Skovsager, Kyndil
Miðja: Høgni Heinason, H71
Høgri bakkur: Tobias Thisen, Kyndil
Høgri vongur: Niklas Gaard, Neistin
Strika: Sakaris Sakarisson, H71

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397