Vit hava ov fá almenn ves

Vit hava ov fá almenn ves
Forkvinnan í Colitis Crohn felagnum, Asta av Vollanum, arbeiðir fyri at betra um vesi-umstøður í Føroyum.
 
19.05.2025 - 11:56

Í dag er altjóða tarmbrunasjúkudagur. Kend staðarmerki í Føroyum varpa ljós á dagin við violetta litinum. Støðini, sum gerast violett eru: Brúgvin út á Argir, trappan í Vágsbotni, Vaglið, Hoyvíkar kirkja, Býráðshúsið hjá Eysturkommunu, Kvívíkar kommuna, Miðlatúni í Vági og Eysturoyartunnilin.

Í Føroyum er støðan enn soleiðis, at vit hava heimsmet í títtleika av tarmbrunasjúkum - yvir 1.000 føroyingar hava tarmsjúku.

Ein tann størsta avbjóðingin hjá teimum við tarmsjúku er, at tað eru alt ov fá almenn ves í Føroyum. Í miðbýnum í Havn er t.d. einki alment ves aftaná eldur kom í vesini í Vágsbotni.

- Eisini virkar tað sum um, at tað ikki er nóg gott forstáilsi fyri sjúkuni og hvørjar avbjóðingar, hon hevur við sær. Ung fólk undir lesnaði til dømis. Tá sjúkan er aktiv ber ikki til at sita inni í tímanum í fleiri tímar út í eitt. Eru tey ikki í tímanum, verður tað mett sum frávera. Altso, vita fleiri ikki hvat tað inniber at vera tarmsjúkur.

Tað sigur forkvinnan í Colitis Crohn felagnum, Asta av Vollanum, sum roynir at varpa ljós á støðuna.

16. juni skipar felagið fyri stórari ráðstevnu um tarmbrunasjúkur. Tiltakið verður í Sjóvinnuhúsinum í havn 16. juni, klokkan 10.

Asta av Vollanum vitjaði morgunsendingina. Øll samrøðan kann hoyrast her:

1744196

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815