Sera nógv til av havhesti

Sera nógv til av havhesti
- Støðan við havhestinum er als ikki so álvarslig, sum tey í Skúvoy og serfrøðingar siga. Tað sigur Hjaltur Poulsen í Klaksvík
Hjaltur Poulsen er sjómaður. Hann sigur seg hava eygleitt, at tað er sera nógvur havhestur til norðalaga í landinum.
 
24.05.2025 - 12:51

Hjaltur Poulsen  heldur, at havhesturin kanska hevur flutt seg longri norðureftir í landinum.

Fyrradagin læt Harry Jensen í Skúvoy sera illa at, nú skúvoyingar høvdu verið eftir havhestaeggum Uppi við Skort, norðast í oynni. 

Teir fingu bara um 300 egg, har teir áður hava fingið um 1400-1500 egg.

 

Vandi at havhesturin yvirtekur

Hjaltur Poulsen kennir ikki hesa støðuna aftur, at havhesastovnurin er í minking.

- Tað er nógv til av havhesti, og hann yvirtekur, um hann ikki verður veiddur, sigur Hjaltur Poulsen.

Um heystið vera nógvir havhestaungar tiknir, men Hjaltur Poulsen, sum er ein av veiðumonnunum, heldur ikki, at hetta ávirkar stovnin.

 

 

1745437

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655